Tað var eitt framúr avrik, sum dreingirnir í Kappróðrarfelagnum NSÍ avrikaðu á Sørvági ídag.
Meðan tað undanfarnu ferðirnar hevur verið sera tætt og spennandi í kappingini millum dreingjabátarnar, so var als eingin ivi hesaferð.
Tjaldrið sprakk avstað, og so var spurningurin bara, hvussu trivaligur sigurin fór at verða. Ta ið Tjaldrið fór um málið, var tað meiri enn leyst aftur til Fípuna Føgru, sum undan dagsins róðri var tvey stig undan Tjaldrinum í FM kappingini. Nú er Fípan eitt stig undan Tjaldrinum í FM kappingini, og harvið er stórur spenningur um, um tað vera dreingirnir í Klaksvík ella teir á Glyvrum, sum fara at vinna FM.
Starturin hjá Fípuni Føgru var ikki góður hesaferð. Hon smokkaði tað mesta av einari bátslongd aftur um beinanvegin, meðan Junkarin hevði hug at bjóða Tjaldrinum av.
Sum róðurin leið, varð Tjaldrið alt meiri sannførandi á odda. Junkarin helt Fípuna Føgru aftanfyri seg eina løtu, men so gekk betri hjá teimum úr Klaksvík, sum vunnu seg fram á sannførandi silvurpláss og tískil framvegis eru á odda í FM kappingini.
Men í dag var einki at rafla um. Tjaldrið var so nógv best og fremst!
1 Tjaldrið 05.36.17
2 Fípan Fagra 05.40.03
3 Junkarin 05.42.21
Støðan
1 Fípan Fagra 31
2 Tjaldrið 30
3 Junkarin 25










