Nú er næstan komið á mál – í Hoyvík

Tórshavnar býráð hevur hós­kvøldið samtykt, at í næstum fær Hoyvík ein fótbóltsvøll.

Levi Mørk
Formaður í byggi og býarskiparnarnevndini hjá
Tórshavnar býráð

Enn er ikki avgjørt hvar fótbóltsvøllurin skal liggja, men hóskvøldið var avgjørt at játta kr. 1,2 mió kr. av kontu 5775 ítróttaranlegg (løgujáttan) til at fáa til vega tekniskt prosjekt og kostnaðarmeting av fót­bólts­vølli í Hoyvík. Eisini at fáa byrjað sjálvt arbeiðið at gera vøllin.
Ætlanin er nú í hesari raðfylgju:
Býráðið samtykti at taka undir við fíggjarnevndini, at játta 1,2 mió. kr. av konto 5775 ítróttaranlegg (løgujáttan) til at byrja málið við at eftir­kanna staðsetingarnar og leggja málið fyri fak­nevndir og býráðið til endaliga góð­kenning, innan projekt verð­ur gjørt.
Hetta er ein stórur sigur fyri Tórshavnar kommunu og til ítróttarfólkini og fót­bóltsfeløgini, sum skulu brúka vøllin.
Sjálvandi, skal Hoyvík hava ein tílíkan vøll, tí her búgva upp ímóti 4.000 fólk, har næstan 1000 eru børn og ung, so hetta er kærkomið og til frøði fyri víðari menning innan ítróttina og Hoyvík sum heild. Hetta var eitt samt býráð eisini samt um.
Stóri spurningurin er so, hvar vøllurin liggur best - men nú er komið nakað ávegis málinum.