Nýklakti europameistarin í kappróðurin við single scullara, Sverri Nielsen, er nú komin til Føroya eftir ótrúligu finaluna beint eftir døgverða sunnudagin, har hann vann europameistarheitið, eitt sekund framman fyri nummar tvey.
Leingi sá tað svart út. Teinurin, teir róðu, var 2.000 metrar og tá ið meiri enn hálvt málið var rógvið, var hann nummar fimm og heilar 18 -19 metrar aftan fyri tann fremsta bátin.
Men við einum merkisverdum endaspurti, serliga teir síðstu 500 metrarnar, tók hann teir, ein fyri og annan eftir og vann.
Hetta er søguligt, tí hetta er fyrsti europameistarin undir donskum flaggi í single scullara síðani 1951.
Í dag er hann komin til Føroya og í tí sambandi gjørdi Atlantsflog heiðursportur fyri honum, tá ið flogfarið lendi í Vágum fyri eini løtu síðani.
Í hesum sambandi verður móttøka fyri honum klokkan fimm í morgin, mikudagin á miðstaðarøkinum í Miðvági.
Atlantsflog hevur lagt eitt videobrot á Facebook frá tá ið flogfarið lendi. Hygg at tí her niðan fyri:
##med2##