Nú er Erla Kongsdóttir, nýggja skipið hjá Strandferðsluni, á veg á Tvøroyri og tað verður um midnáttarleitið, at hon leggur at. Strandferðslan hevur yvirtikið bátin, og Erla Kongsdóttir loysti frá bryggju í Noregi um náttúrðatíð í gjárkvøldið og er nú beint uttan fyri fjarðarmunnan á Trongisvágsfirði.
Ætlanin var at hava eitt hátíðarhald í morgin, men tað verður av ongum, tí tað forða tilmælini koronu, fyri. Landsstýrið hevur tíðindafund í morgin ári og tá er væntandi, at tilmælini verða herd. Tískil verður hátíðarhaldið at bíða eitt sindur.
Tá ið Erla Kongsdóttir er komin higar, skulu nakrar royndir gerast, og skipið skal riggast til, áðrenn tað verður sett í sigling. Fyrsta uppgávan verður at sigla ímillum Havnina og Nólsoy ímeðan Ternan er á beding. Ternan verður ikki aftur í sigling fyrr enn beint fyri jól.
Erla Kongsdóttir tekur um 100 fólk, tríggjar bilar og nakað av farmi, bara tað ikki er ov stórt.











