Nú er nýggj kapping um næstfremsta plássið

Nólsoyingur megnaði hesa ferð einki at gera við sprelska Eysturoyingin, sum fleyg frá øllum hinum, meðan Hoyvíkingur vann kappingina um næstfremsta plássið

10-MANNAFØR

Tað er eingin ivi. Eysturoyingur er so nógv tað stinnasta 10-mannafari. Besti báturin í størstu bátastøddini seinastu tíggju árini liggur so nógv best fyri í FM kappingini, og harvið eru vánirnar einki serligar hjá Nólsoyingi at vinna fyrsta FM heitið síðani í 1989. Eftir risa vóinbrotið, sum tað var, tá ið teir mistu FM á Ólavsøku í fjør, høvdu teir í Nólsoy av álvara vónað, at tað skuldi eydnast hesa ferð.
Men kappingin er eirindarleyst, og sum tað tørnaði út á Jóansøku, so er tað bara spurningurin um næstfremsta plássið, sum tað verður kappast um. Eysturoyingur hevði sovornan startspurt, sum tað sjáldan hevur verið at sæð. Tað kendist sum um, at teir umborð á gula bátinum høvdu sjálvsálit og orku at seta eyka á, uttan at teir hugsaðu stórvegis um, at teir eisini skuldu megna at rógva teir síðstu 1800 metrarnar.?
Tað megnaðu teir væl og virðiliga. Tá ið 700 metrar vóru lagdir afturum, var Eysturoyingur leysur av hinum, og tá ið teir komu inn ímóti málinum, vístu teir í uppvísningsstíli endaspurt, sum sjáldan hevur sæð sín líka.
Nólsoyingurin megnaði ikki at fylgja við oddafiskinum, og tað glapp eisini hjá nólsoyingum í kappingini um næstfremsta plássið.
Hoyvíkingur hevur gingið betri í ár, enn hann gjørdi í fjør, tá ið hann royndi seg fyri fyrstu ferð, og hesa ferð lógu teir á Nólsoyinginum. Teir vóru eina hálva bátslongd undan svarta bátinum.
Um Hoyvíkingur kann gera nakað við Eysturoying er torført at ímynda sær eftir tríggjar tær fyrstu kappingarnar. Men tað kann vera, at hoyvíkingar hava fingið blóð á tonna, eftir at teir hava boygt bæði havnarmonnum og nólsoyingum! Undir øllum umstøðum er talan um stóra og tætta kapping um næstfremsta plássið.

10-mannafør
1Eysturoyingur09:49.17
2Hoyvíkingur09:55.06
3Nólsoyingurin09:57.00
4Havnarbáturin10:01.14
5Skálabáturin10:08.09
6Vágbingur10:11.21