Í morgin og leygardagin verður Sørvágur karmur um Sørvágs Country- og Blues Festival annað árið á rað, og júst nú eru tey í holt við síðstu fyrireikingarnar.
Alt byrjar seinnapartin í morgin klokkan fimm, og so verður annars hildið fram til klokkan trý um náttina ella so, og leygardagin verður lagt til brots seinnapartin klokkan hálvgum trý og hildið á til klokkan fýra sunnunáttina.
Hoyr niðanfyri samrøðu við ein av fyrireikarunum, Maria Samson, sum sigur tað vera stóran mun á at skipa fyri í ár og so í fjør, sum var fyrstu ferð: