Nú er Melodi Grand Prix í Danmark byrjað

Carlsen systrarnar skulu kappast um skamma stund

Júst nú er ein av størstu tónleikatiltøkunum í Danmark byrjað, nevniliga Melodi Grand Prix. Aftur hesaferð eru føroyingar í kappingini. Við lagnum Standing up for love skulu Carlsen systrarnar dystast um at vinna kappingina og sleppa víðari til Eurovision. 

 

 

Tað eru fleiri enn 6000 áskoðarar í Gigantium í Aalborg í kvøld. 10 artistar skulu kappast um fyrsta pláss og at sleppa at umboða Danmark í Lissabon í mai. 

 

 

Kringvarpið samsendir MGP við DR1. Føroyingar kunnu atkvøða umvegis smsboð, hóast vit ikki hava dansk nummar, men vit sleppa ikki at greiða atkvøðu umvegis appina, sum er gjørd til MGP.