Nú er Margar einsamallur

Undir kappingini hava tað verið skiftingar í toppinum í FM í talvi fyri unglingar. Undan síðsta umfarinum, sum fyrstu leikirnir verða fluttir í klokkan 11 fyrrapartin í dag, er Margar M. Berg einsamallur á odda. Hann er eitt hálvt stig frammanfyri tríggjar telvarar. Teir eru Herborg Hansen, Vagnur Dam og Einar Gregersen.

Úrslit í 8. umfari: Margar M. Berg-Høgni Egilstoft Nielsen 1-0, Herborg Hansen-Hjalti Toftum Jógvansson ½-½, Bogi Hansen-Einar Gregersen 0-1, Dánjal P. Jacobsen-Vagnur Dam 0-1.

Støðan undan síðsta umfarinum: Margar M. Berg 6,0 stig, Herborg Hansen, Vagnur Dam og Einar Gregersen 5,5 stig, Høgni Egilstoft Nielsen, Bogi Hansen, Hjalti Toftum Jógvansson og Rúni Vormadal 5,0 stig.

9. umfari: Vagnur Dam-Margar M. Berg, Einar Gregersen-Herborg Hansen, Hjalti Toftum Jógvansson-Bogi Hansen, Høgni Egilstoft Nielsen-Rúni Vormadal.