Nú er Manchester City fremst

Premier League: Við sigri í Liverpool hevur City lagt seg á odda

Manchester City hevur í kvøld yvirhálað Liverpool í oddinum í Premier League. Tað gjørdu teir við at vinna 2-0 á Everton, sum hevur heimstað í býnum Liverpool.

 

Talan er um ein landskappingardyst, sum er framskundaður, tí at Manchester City er komið í finaluna í Liga Cup. Manchester City vann dystin 2-0 við málum, sum Aymeric Laporte skoraði við høvdinum stutt fyri hálvleik, og Gabriel Jesus skoraði í yvirtíðini.

 

Manchester City hevur nú 62 stig og yvirhálar Liverpool, sum somuleiðis hevur 62 stig. Pep Guardiola og hansara menn hava tó eina betri málúrtøku enn Liverpool.