Nú er møguleiki at bjarga róðrarárinum

Sigur á ólavsøku er framúr endi á róðrarárinum, og um tað eydnast at seta met, so er tað eyka krúna á verkið

Finalan í kappróðrinum verður seinnapartin, og síðsti endaspurturin í hesum róðrarárinum verður, tá ið 10-mannaførini leggja til brots av Argjahøvda.

 

Tað er greitt, at Eysturoyingur hevur vunnið FM. Guli báturin við mongu veteranunum vann fýra tær fyrstu ferðirnar í ár. Síðani hava tveir bátar úr høvuðsstaðnum vunnið á meistarunum. Drekin Reyði vann á vestanstevnu, og Ormurin Langi var fyrstur, tá ið tað varð kappast á fjarðastevnu í Vestmanna.

 

Tá var lítið meiri enn ein bátslongd frá Orminum Langa og aftur til Drekan Reyða, sum var aftastur. Á Havnarvág er róðrarteinurin styttri enn túsund metrar – heilt neyvt 901,3 metrar. Tað kann væl hugsast, at tað kann hava sína ávirkan á róðurin og úrslitið, at teinurin er styttri, enn hann plagar at vera.

Undir øllum umstøðum er talan um øgiligan spenning.

 

Spurningurin er so, um tað fer at síggjast aftur á tíðunum, at kappingin er so tøtt millum fýra bátar.

Á hvørjum ári er metið millum 10-mannaførini uppi og vendir. Nú eru tað 24 ár síðani, at Skálabáturin á ólavsøku vann við tíðini 3.52.00. Tað er framvegis met.

 

Ætt, vindstyrki, streymur, rák, hiti og eisini avfall eiga sín leiklut. Í dag eru líkindini at rógva kapp á ólavsøku heilt góð. Lotið verður heilt lítið - høgætt og tríggjar metrar um sekundið. Hetta eru kanska ikki optimalur fyritreytirnar at seta met, men tað er kortini einki at ivast í, at millum rógvararnar spøkir kenslan, at tað er framúr at vinna á ólavsøku og mest sum at vinna steypafinalu í t. d. fótbólti, og at mettíð hevði verið eyka krúna á verkinum.

 

Tíðirnar frá ólavsøkuróðrinum eru aftur til 1975. Fasti starturin á ólavsøku hevur verið síðani 1979. Tað vil siga, at síðani tá hava bátarnar altíð róð neyvt tann sama teinin.

 

Royndir hava verið gjørdar at taka 24 ára gomlu mettíðina hjá Skálabátinum. Tað hevur onkra ferðina verið heilt tætt við, men higartil er tað ikki eydnast. Tættast við var Havnarbáturin í 2001, tá ið vinnaratíðin var 3.52.03. Næsttættast við var Klaksvíkingur í 2009, tá ið vinnaratíðin hjá honum var 3.56.19.

 

 

Mettíðir á ólavsøku

5-mannafør dreingir

Súlan (1994) 4.14.68 

5-mannafør kvinnur

Aldan (1981) 4.38.40 

5-mannafør gentur

Drekin (2008) 4.29.24

6-mannafør kvinnur

Jarnbardur (1995) 4.21.12

6-mannafør menn

Tvørabáturin (2009) 4.12.06

8-mannafør

Ørvur (1999) 4.03.21

10-mannafør

Skálabáturin (1992) 3.52.00