Nú er loyvt at skjóta haru

Harutíðin byrjar í dag

Nógv hava bíðað spent eftir hesum degi. 2. november er dagurin, tá harutíðin byrjar, og tað merkir, at tað frá í dag av er loyvt at skjóta haru í føroysku høgunum.

 

Tá farið verður at skjóta haru, er bert loyvt at nýta høglbyrsu, og haruveiða skal fara fram í dagsljósi.

 

Betri Trygging hevur nakrar áminningar um at skjóta haru. Hesar eru:

 

- Lat teg ikki í oljuklæði ella klæði, sum eru framleidd úr nylon ella líknandi tilfar. Hesi klæði eru løtt at glíða í, um tú ert áhaldsin.

 

- Lat teg heldur ikki í hálar skógvar. Far heldur í klæði úr ull, bummull og líknandi klæði, sum ikki eru eins hál.

 

Harutíðin heldur fram til 31. desember.