Ein tíma fyri midnátt var álitið hjá vinnunevndini í sambandi við lógina um Sjófeingi klárt at leggja fyri tingið. Hesum boðaði tingformaðurin Jógvan á Lakjuni frá.
Harvið ber tað til hjá løgtinginum at hava aðru viðgerð av málinum hósdagin, tá ið málið er sett á skrá á tingfundinum, sum verður klokkan 10.
Um málið verður samtykt við 2. viðgerð hósdagin, ber tað til at hava 3. viðgerð leygardagin, uttan at tað verður vikið frá tingskipanini.
Um málið skal avgreiðast við 3. viðgerð fríggjadagin, tá ið tingfundur er ásettur at vera klokkan 10, so verður neyðugt at víkja frá tingskipanini, sum sigur, at tað skulu vera tveir dagar millum 2. og 3. viðgerð. Fyri at víkja frá tingskipanini er neyðugt at í minsta lagi 20 tingfólk taka undir við uppskoti um at víkja frá tingskipanini.
Tingfundur er aftur mikudagin klokkan 10. Tá sær dagsskráin soleiðis út
1. 3. viðgerð: Løgtingsmál nr. 42/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um at byggja skúladepilin í Tórshavn lidnan (Leingja gildistíðina)
2. 2. viðgerð: Løgtingsmál nr. 6/2019: Uppskot til løgtingsfíggjarlóg fyri fíggjarárið 2020
3. 2. viðgerð: Løgtingsmál nr. 13/2019: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Lov for Færøerne om rettens pleje (Ny retsplejelov)
4. Framløga
Leinkjan til álitið um Sjófeingi er her
https://logting.fo/files/casestate/27353/015.19%20Alit%20i%20ll.%20um%20sjofeingi.pdf











