Nú er ólógligt at sigla við kenning

Nú hevur Løgtingið samtykt, at tað ikki longur skal vera loyvt at sigla við báti ella skipi undir ávirkan av rúsdrekka.

Meginreglan er, at tey, sum eru við bátum ella skipi í vinnuligari sigling av einhvørjum slag, mugu ikki hava meiri rúsdrekka í blóðunum enn 0,2%.

Hetta er bæði galdandi fyri tey, sum føra skipið og tey, sum annars hava starv umborð.

Tað sama er galdandi fyri tey, sum føra størri stuttleikabátar, ella hava starv umborð á teimum.

Hetta hevur verið ógvuliga umstrítt mál og hevur elvt til nógv kjak í Løgtinginum, tí ætlanin hjá landsstýrismanninum var, at rúsdrekkamarkið upp á 0,2 promillu, skuldi eisini vera galdandi fyri minni frítíðarbátar.

Men nú Løgtingið avgreiddi málið endaliga í dag, varð úrslitið, at Løgtingið samtykti, at tey, sum føra stuttleikabátar, sum eru undir 12 metrar, kunnu hava 0,4 promillu í blóðinum áðrenn tey tey sigla ólógliga.

Hetta sama er galdandi fyri tey, sum sigla á vatnskutara.

Tey, sum løgdu hetta uppskotið fram og fingu tað samtykt, vóru Janus Rein, Páll á Reynatúgvu, Aksel V. Johannesen, Kristianna Winther Poulsen og Bjarni Djurholm.

Tey siga, at frítíðarbátar eiga at hava eitt hægri promillumark enn tað, sum er fyri vinnuliga sigling fyri at geva teimum betri møguleika at sigla eftir sjóvarfallinum.

Tey halda ikki, at nøkur orsøk er til at halda, at tað er vandamiklari hjá einum, sum førir ein lítlan stuttleikabát, at hava 0,4 promillu í blóðinum, enn tað er at hava 0,2 promillu.

Fyri smáar stuttleikabátar undir 12 metrar, og sum í mesta lagi kunnu siga 15 míl, eru onki ávíst promillumark, men har verður tað ein meting í hvørjum einstøkum føri, um tey eru skikkað at føra bát á forsvarligan hátt.

Myndin er ein heilt tilvildarlig mynd av einum bátastevnu á Toftum.