Nú er komið at evstu stund at Sjúrður missir lív

Palli Dalsgaard
------

Tað manglar lítið í, at Føroyar nú verða leysar frá kongaríkinum. Hvør hevði trú tí, at slíkt skuldi henda, meðan ein sambandsmaður sat sum løgmaður. Men alt kann henda, eisini slíkt. Meðan hesin ruðuleikin gongur fyri seg, stríðist Javnaðarflokkurin av øllum alvi við at fáa sjálvstýrislógina lidna, sum tvær ferðir hevur verið afturvíst av donsku regeringini.
Spennandi verður at frætta, um øvigur mátti jallurin leypa aftur á Jarnbard breiða á triðja sinni. Tað vóna vit, ið ikki vilja loysing. Enn er tíbetur ein stórur partur av veljarunum, ið ikki vilja loysa frá Danmark. Tað sum gongur fyri seg í dag, kann man við góðari samvitsku rópa fyri ábyrgdarloysi. Minnilutalandsstýrið skuldi verða ein loysn, men tað er alt annað. Fáið útskrivað væl, ongantíð ov skjótt.
Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin hava verið teir flokkar, ið veljararnir hava havt eitt vist álit á, men vit hava mist báðar millum hendurnar.