Nú er Klopp skjótt eitt flopp

FA Cup: Liverpool tapt fyri triðju ferð upp í slag á Anfield

Liverpool tapti í dag 2-1 á heimavølli móti Wolverhampton í fjórða umfari í FA Cup. Liverpool hevur nú bara vunnið ein dyst av átta síðani ársskiftið. Tað var umdysturin í triðja umfari í FA Cup móti Plymouth Argyle.

 

Tað skal sigast, at Jurgen Klopp spardi fleiri av síðnum lyklaspælarum til dystin í dag, men menn sum Georginio Wijnaldum, Divock Origi og Roberto Firmino byrjaðu inni, meðan Philippe Coutinho, Daniel Sturridge og Emre Can komu inn.

 

Alíkavæl vann Wolverhampton, sum spælir í næstbestu deildini í Onglandi, rímiliga greitt. Liverpool hevði bóltin nógv, men Wolverhampton var minst líka nær við at skorað sítt triðja, sum Liverpool at skorað tvey.

 

Eftir eina góða byrjan í venjarastarvinum, so er nakað av trýsti á Jurgen Klopp nú. Liverpool er um at missa takið í oddastríðnum í Premier League og er úti av Liga Cup og FA Cup. Komandi umførini í Premier League verða avgerandi. Tá kom Chelsea, Tottenham og Arsenal á vitjan.

 

Tað er eisini trýst á Jurgen Klopp til at keypa, nú flytingarvindeygað er opið. Her hevur hann tó ikki vilja spælt við. Í Liverpool sakna tey skjóta vongin, Sadio Mané, sum er til afrikanska meistaraheiti.

 

Tottenham víðari í evstu løtu

Í hinum dystunum stóð nógv á Tottenham, sum var aftanfyri bæði 2-0 og 3-1 móti Wycombe Wanderers úr fjórðbestu deildini. Her vann Tottenham tó 4-3 í evstu løtu.

 

Chelsea hevði lætt spæl á heimavølli móti Brentford, sum spælir í næstbestu deildini. Her vann Chelsea heili 4-0. Manchester City vann 3-0 á útivølli móti Crystal Palace og er víðari.

 

Úrslit fjórða umfar:

Derby County 2 - 2 Leicester City

Liverpool 1 - 2 Wolverhampton Wanderers

Blackburn Rovers 2 - 0 Blackpool

Burnley 2 - 0 Bristol City

Chelsea 4 - 0 Brentford

Crystal Palace 0 - 3 Manchester City

Lincoln 3 - 1 Brighton & Hove Albion

Middlesbrough 1 - 0 Accrington Stanley

Oxford United 3 - 0 Newcastle United

Rochdale 0 - 4 Huddersfield Town

Tottenham Hotspur 4 - 3 Wycombe Wanderers

Southampton - Arsenal

 

Í morgin:

Millwall - Watford

Fulham - Hull City

Sutton United - Leeds United

Manchester United - Wigan Athletic