Í løtuni verður seinasta hondin løgd á fyrireikingarnar til stóru ólavsøkukonsertina í annaðkvøld Nú er pallurin komin upp at standa, og ljóð- og ljósútgerðin verður sett upp í lesandi stund.
Atgongumerkjasølan hevur gingið strúkandi í dag, og fyrireikararnir vænta eina rúgvu av fólki til konsertina. Men um tú ikki hevur ognað tær eina bilett, hevur tú enn møguleikan. Bilettsølan heldur fram í Auto inntil miðnátt í kvøld fyri 250 krónur stykkið.
Í morgin verður eisini møguleiki fyri at ogna sær eitt atgongumerki í Auto, Expert og Tutl á Káta horninum fyri 300 krónur stykkið.
Undir sjálva tiltakinum verður møguleiki fyri at keypa atgongumerki uttandyri Tutl handlinum.
Jóhannus á Rógvu Joensen, formaður í Futt, sigur at fyrireikingarnar hava gingið skjótt og væl í dag, og at teir uttan iva verða klárir at taka ímóti øllum fólkunum í morgin.
- Vit vænta uttan iva nógv fólk. Vit hava selt nógvar bilettir, tónleikastøðið er sera høgt og fjølbroytt. Vit hava eisini skipa fyri bussum at koyra út á bygd eftir tiltakið. Harafturat siga teir frá góðum veðri í morgin, sigur Jóhannus á Rógvu Joensen, formaður í Futt.
Um so er, at onkur hevur hug at hjálpa til undir ólavsøkukonsertini, kunnu tey ringja á telefon 595175 ella 757282. Tey fáa atgongumerki og annað afturfyri góðu hjálpina, siga fyrireikararnir.
Ólavsøkan verður sera lang í ár, og verður hon vónandi sett í gongd við einum ordiligum braki í annaðkvøld.