Nú er loksins klárt at fara undir ætlanin at byggja skúladepilin í Hovi.
Í morgun hevur Løgtingið endaliga avgreitt málið um at játta seinastu pengarnar til ætlanina og nú skal endaligur sáttmáli gerast við MT Højgaard, sum skal byggja skúlan.
Kristian Rasmussen á Landsverki, sigur, at tað verður fyrsta dagin, at byggisáttmálin verður undirskrivaður og so verður farið undir byggingina.
Ætlanin var, at skúlin skuldi kosta 60 milliónir krónur, men tá ið lýst var eftir byggifeløgum, sum vóru áhugað at bjóða upp á arbeiðið, var tað bara MT Højgaard, sum gjørdi vart við seg.
Síðani varð gjørt av, at Landsverk skuldi fara undir samráðingar við byggifelagið um eina partalagsavtalu.
Tær samráðingarnar vístu, at skúlin fer at kosta 74 milliónir, ella 14 milliónir meir enn Løgtingið hevur játtað.
Tí bað Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður í Mentamálum, Løgtingið játta 14 milliónir afturat.
Og tað gjørdi Løgtingið endaliga í morgun og sostatt er klárt at fara undir byggingina.
Royndi til tað síðsta
Tjóðveldisflokkurin royndi annars til tað allar seinasta, at forða fyri at hendan ætlanin verður sett í verk, soleiðis, sum tað nú liggur í kortunum.
Tá ið Løgtingið viðgjørdi málið týsdagin, skeyt Tjóðveldisflokkurin upp, at skúladepilin verður bygdur í Vági, at hann ikki skal kosta meiri enn 60 milliónir og at arbeiðið verður boðið út.
Hetta uppskotið feldi Løgtingið.
Og nú Løgtingið viðgjørdi málið fyri seinastu ferð í morgun, skeyt flokkurin einaferð enn upp, at skúladepilin verður boðin út.
Men hesuferð var kravið slept um, at hann ikki mátti kosta meiri enn 60 milliónir krónur og kravið varð eisini slept um, at hann skuldi byggjast í Vági.
Men heldur ikki hesum fekk Tjóðveldisflokkurin undirtøku fyri.
Sostatt hevur Løgtingið samtykt, at Landsverk skal gera byggisáttmála við MT Højgaard um at byggja skúladepilin í Hovi fyri 74 milliónir krónur.
Sett út av spælinum
Tjóðveldisflokkurin tvíheldur um, at skúlin skal bjóðast út einaferð enn, tí annars verða marknaðarkreftirnar skúgvaðar til viks og sostatt fáa vit ikki at vita, hvar tann rætti prísurin er.
Flokkurin vísti eisini á, at høvdu byggifeløgini vita, at skúlin kundi kosta 74 milliónir, høvdu tey eisini kunna bjóða seg fram.
Men Kristian Rasmussen á Landsverki tvíheldur um, at tað er meiningsleyst at bjóða skúlan út aftur.
- Vit hava lýst eftir fyritøkum sum vóru áhugaðar at byggja skúlan og hava fingið at vita, at ongin áhugi var. Tí er ongin meining í at bjóða út aftur.
- Vit halda tvørturímóti, at verður skúlin bjóðaður útaftur, gevur tað byggifyritøkunum ein trumf at tær sjálvar áseta byggikostnaðin.
Høvdu fleiri fyritøkur ikki havt áhugað, vissi tey vistu, at hann kostaði 74 milliónir í staðin fyri 60?
- Hatta eru eftirrationaliseringar, sum ikki geva nakra meining. Fyri tað, um 60 milliónir vóru játtaðar, er tað ikki eitt prógv um, at skúlin veruliga kostar 60 milliónir, tí hetta er eitt gamalt tal. Vóru fyritøkur áhugaðar, høvdu tær meldað seg til og høvdu biðið um útbjóðingartilfar, akkurát, sum MT Højgaard gjørdi.
- Men tað var ongin, sum bjóðaði seg fram. At so nágreiningar vístu, at skúlin verður dýrari er so nakað annað, sigur Kristian Rasmussen.
- Ístaðin hava vit samráðst okkum fram til tann lægst møguliga prísin. Sostatt er ongin ivi um, at 74 milliónir er tann rætti prísurin.
Fáa fult innlit
Í eini partalagsavtalu liggur eisini í tí, at Landsverk fær innlit í øll skjøl í sambandi við byggingina og eisini innlit í tilboðini frá undirveitarum hjá MT Højgaard, sum í allarflestu førum eru føroyingar – og í stóran mun eisini fyritøkur í Suðuroy.
- Og kostar skúlin minni enn 74 milliónir, býta byggifelagið og Landið vinningin.
- Verður skúlin dýrari, betalir MT Højgaard tað mesta av meirkostnaðinum.
Men hvussu býtið er ímillum byggifelag og Landið, vil Kristian Rasmussen ikki siga, tí tað er innanhýsis ímillum partarnar.
Í Løgtinginum vísti Tjóðveldisflokkurin á, at byggingin kann verða steðgað, tí at spurningurin um vatn og kloakk er ikki avgreiddur.
- Tað er vanligt, at tann parturin, sum liggur uttanfyri matrikulnummarið, er ikki við í prísinum, tí tað eru kommunalir spurningar.
- Tað sigur seg sjálvt, at onki er avgreitt, fyrrenn vit eru farin at byggja. Men tað er ein kommunalur spurningur og vit samráðast við Hovs Kommunu um spurningin.
- Hovs kommuna hevur ætlanir um at leggja nýggja vatnveiting til bygdina framvið stykkinum, skúlin skal byggjast á og vit samráðast nú um uppíbinding.
- Og tað verður eitt mál, sum tað ongin trupulleiki er at loysa í byggitíðini, sigur Kristian Rasmussen.
Tað, sum liggur í kortunum, er, at skúladepilin skal vera liðugur at taka í nýtslu eftir summarfrítíðina í 2008.