Nú er klárt at fara undir arbeiðið at byggja skúladepilin í Hovi.
Beint fyri páskir var partalagsavtala undirskrivað ímillum MT-Højgaard, sum skal byggja skúlan, øðrumegin og Landsverk og teknisku ráðgevarar hinumegin og síðani hevur nógv av deksplássinum hjá Smyrli á einum tveimum túrum, verið fult av bingum og skúrum, sum skuldu setast upp á byggiplássinum.
Tá ið sóknast varð eftir byggifeløgum, sum høvdu áhugað at átaka sær arbeiðið, vóru tað bara MT-Højgaard, sum vísti áhugað og síðani hevur verið samráðst við felagið um eina partalagsavtalu og beint fyri páskir varð sostatt komið á mál við tí.
Og nú verður farið undir at byggja sum skjótast.
Partalagsavtalan ber í sær, at kostar skúlin meiri enn sáttmálin sigur, skal byggifelagið sjálvt átaka sær nógv tann størsta partin av eykaútreiðslunum.
Verður skúladepilin hinvgin bíligari, verður vinningurin býttur sundur ímillum byggifelagið og landið.
Men Landsverk vil ikki upplýsa, hvussu vinningur og missur skulu býtast ímillum byggifelag og Landið, tí tað er ein innanhýsis samráðingarspurningur.
Eftir ætlanini skal skúladepilin verða liðugur 1. august í 2008.
Í skúladeplinum verður bæði miðnámsskúli og heilsukúli og hann fer at kosta 74 milliónir at byggja.
Í ár eru 34 játtaðar til byggingina og restin verður so játtað næsta ár.
Tað er eisini upplýst, at MT- Højgaard skal brúka fleiri undirveitarar úr Suðuroy til byggingina so hetta fer eisini at kasta nakað av sær til vinnufyritøkur í Suðuroy