Nú er kjansur

Hoyrdi í Kringvarpinum í gjár, at ætlanir nú aftur eru frammi um tilfangisgjald á fiskivinnuna fyri at fáa pengar í landskassan.

Samtíðis kemur tilmælið um stóran niðurskurð í fiskidagatalinum fyri næsta fiskiár, serliga fyri línuflotan.

Hettar við tilfangisgjaldi hevur verið frammi nú í nøkur ár, og fer kravið helst at økjast, sum frá líður.

Havi í nøkur ár í orðaskiftinum um fiskidagar roynt at tosað fyri eini skipan, sum ístaðin fyri tilfangisgjald so heldur at kravt nøkur oyru fyri hvørt avreitt kilo til at keypa skip út úr vinnuni fyri.

Má viðganga, at undirtøkan fyri hesi hugsan hevur ikki verið til staðar, kanska var tíðin við góðum fiskiskapi ikki tann rætta at fara í gongd við stórar broytingar, og eisini bert nøkur fá ár eftir, at tað almenna gjøgnumførdi eina upphøggingarskipan.

Men nú burdi tann lagaliga løtan verið til staðar, tí fleiri skip liggja vegna manglandi manning og onnur so dánt sleppa út.

Fæst polittisk semja og semja við vinnuna um, at øll skip, sum avreiða, gjalda nøkur oyru fyri hvørt kilo landaðan fisk tað kundi verði 5 oyru pr kilo fyri tey bíligu fiskasløgini og 10 oyru pr kilo fyri tey dýraru fiskasløguni, so er talan um einar 7 til 9 milliónur um árið í nøkur ár.

Um landsstýrið og vinnan settu seg saman við pengastovnunum og funnu ein fíggingarleist, so høvdu allir verið vinnarir. Onkrar smærri detaljur skulu sjálvandi tosast nærri um.Verður tikið rívan til, so kundi longu til næsta fiskiár, sum byrjar 1. september, sloppist undan einum nevnuverdigum niðurskurði av fiskidøgunum og einum polittiskum eljastríði um fiskidagar.

Kjansurin at gera eina størri broyting er betur nú enn nakrantíð.