Nú er KÍ á toppinum

HB vendi hóttandi tapi til sigur ímóti meistarunum

Eftir at hava verið trilvandi eitt skifti, er KÍ aftur á toppinum í kvinnukappingini.

Í góðveðrinum í Klaksvík vann heimaliðið 6-0 ímóti B36.

Veteranurin Rannvá B. Andreasen og ein av ungu spælarunum, Evy á Lakjuni, skoraðu tvey mál í part.

 

Toppdysturin hesa ferð var í Gundadali, har meistaraliðið EBS/Skála var gestur hjá HB. Gestirnir løgdu seg framum miðskeiðis í fyrra hálvleiki, men eftir steðgin svaraði heimaliðið aftur. Sjey minuttir eftir steðgin var javnt, og vanliga leiktíðin var væl og virðiliga farin, tá ið Lea Hansen skoraði siugursmálið fyri HB.

 

Á Svangaskarði vann ÍF/Víkingur trivaligan 4-0 sigur í grannauppgerðini ímóti B68, sum saman við B36 framvegis ikki hevur vunnið, nú kappingin er átta umfør gomul.

 

KÍ – B36 6-0 (4-0)

1-0: Rannvá B. Andreasen 8.

2-0: Katrina Akursmørk 11.

3-0: Maria Thomsen 16.

4-0: Evy á Lakjuni br 45.

5-0: Rannvá B. Andreasen 55.

6-0: Evy á Lakjuni 64.

 

B68 – ÍF/Víkingur 0-4 (0-2)

0-1: Jensa Torleivsdóttir 22.

0-2: Jensa Torleivsdóttir 29.

0-3: Nelly Váðklett 84.

0-4: Arnborg Lervig 85.

 

HB – EBS/Skála 2-1 (0-1)

0-1: Birna Mikkelsen 23.

1-1: Heidi Sevdal 52.

2-1: Lea Hansen 92.

 

Støðan eftir átta umfør

870131721
HB870128921
EBS/Skála860233818
ÍF/Víkingur830513159
B6880173361
B3680173361

 

9. umfar

Sunnudagin 27. mai

B36 - B68

ÍF/Víkingur - HB

EBS/Skála - KÍ