Í kvøld varð farið undir fjúrtanda umfar í næstbestu fótbóltsdeildini.
Fyrsti dysturin var á Eiði, har KÍ var gestur.
Undan vitjanini í Hólmanum var KÍ á fjórða plássi við 23 stigum, og EB/Streymur var aftast við fýra stigum – fyri fýra javnleikir.
Eftir fyrra hálvleik var støðan 1-1. Tá ið Bent Tommy Linklett, dómarin, bríkslaði fyri síðstu ferð var 5-2 til KÍ, sum harvið hevur 26 stig og er á triðja plássi – eitt stig frammanfyri 07 Vestur.
Bæði 07 Vestur og KÍ hava spælt trettan dystir.
Hálvur tími var farin, tá ið Silas Eidesgaard legði heimaliðið framum, og sjey minuttir undan steðginum javnaði Aksel B. Danielsen til 1-1.
Tíggju minuttir eftir steðgin legði Darius Lewis KÍ framum 2-1, og miðskeiðis í seinna hálvleiki økti Askel B. Danielsen um munin til 3-1 við brotssparki.
Innskifti Hjalgrím Elttør skoraði til 4-1 sjey minuttir undan leikloki, tríggjar minuttir undan leikloki minkaði Jákup Dahl-Olsen um munin til 4-2, og tá ið vanliga leiktíðin var gott og væl farin, varð Aksel B. Danielsen trífaldur málskjútti, tá ið hann staðfesti 5-2 sigurin.
Í annaðkvøld hittast NSÍ og Skála í Runavík. Hinir tríggir dystirnir í fjúrtanda umfari vera leygardagin – Víkingur – HB, B68 – B71 og 07 Vestur – B36.