John Rødgaard er eftir fimm umfør í FM kappingini í talvi fyri einstaklingar einsamallur á odda. John vann í dag við hvíta fólkinum ímóti Olafi Berg. Undan fimta umfarinum lógu John og Rani Nolsøe lið um lið á odda.
Í dag tapti Rani við svarta fólkinum ímóti Andreasi Andreasen, sum burturúr fýra teimum fyrstu umførunum bara hevði fingið eitt hálvt stig. Tí kann ikki annað sigast, enn at talan var um ógvuliga óvæntað úrslit.
Martin Poulsen, sum aftaná John Rødgaard hevur hægsta styrkistalið, er nú nummar tvey. Martin vann í dag við hvíta fólkinum ímóti Sjúrði Thorsteinsson. Talvið ímillum Ólav Simonsen og Terja Petersen endaði javnt. Einki úrslit er tókt frá talvinum, sum skuldi havt verið millum Torkil Nielsen og Finnbjørn Vang.
Støðan eftir fimm umfør: IM John Rødgaard 4,0 stig, Martin Poulsen 3,5 stig, Rani Nolsøe 3,0 stig, Olaf Berg 2,5 stig, Torkil Nielsen, Finnbjørn Vang, Ólavur Simonsen og Sjúrður Thorsteinsson 2,0 stig, Andreas Andreasen og Terji Petersen 1,5 stig.
Sætta umfar verður mikudagin klokkan 14: Terji Petersen-Olaf Berg, Sjúrður Thorsteinsson-IM John Rødgaard, Rani Nolsøe-Martin Poulsen, Finnbjørn Vang-Andreas Andreasen, Ólavur Simonsen-Torkil Nielsen.










