Nú er javnt á Skála

Skálamenn hava javnað til 1-1 í heimadystinum ímóti KÍ. Málskjútti var Oby, sum eitt sindur í vinstru fekk bóltin av Ova Nysted, rak eitt sindur og sendi framvið Jákupi Mikkelsen og inn við handara stólpan.

Skála var undir stórum trýsti fyrsta hálva tíman, men síðani hava teir ment seg, og síðstu løtuna undan hvíldini vóru teir omaná.