Nú er javnleikur í Streymnesi

Tað gongur skjótt fyri seg í Streymnesi. Nú fimm minuttir eru farnir av 2. hálvleiki, er støðan 2-2, eftir at ÍF í hálvleikinum var frammanfyri 2-0.

Útjavnandi málið skoraði Anrbjørn Hansen. Bárður Olsen legði fríspark í brotsteigin, og Arnbjørn Hansen snittaði við høvdinum bóltin í málið aftanfyri Tórð Thomsen. Harvið hevur EB/Streymur skorað tvey mál í fimm minuttir og vent 0-2 til 2-2.