Birna Mørkøre í Havn er nú sett í starv sum landsdjóralækni. Talan er um eitt fast starv og hon tekur við starvinum 1. september. Starvið varð lýst leyst í vár og Heilsufrøðiliga Starvsstovan sigur, at tað vóru fýra umsóknir vóru til starvið.
Birna Mørkøre hevur annars verið landsdjóralækni hesi seinastu 10 árini, men hon hevur verið áramássett í fimm ár hvørja ferð. Men nú tað aftur varð lýst eftir landsdjóralækna, varð talan um eitt fast starv