Fiskavirkari
Tað ljóðar kanska undarligt í oyrunum hjá summum, at ein 40 ára gomul kvinna nú kann rópa seg Føroya fyrsti fiskavirkari.
Hópur av røskum og kvikum kvinnum hava staðið á fiskavirkisgólvum kring landið í mong ár, og semja man vera millum manna um, at tað ikki eru hesar, sum gera, at virkini liggja tungt í sjónum í løtuni.
Fleiri av hesum kvinnum hava staðið við reinskeri-ella pakkiborð í mong Harrans ár, og tær duga sítt handverk til lítar.
At arbeiði á fiskavirkjunum mangan er óstøðugt við tí úrsliti, at nøkur fólk stundum koma og fara, kanska serliga á teimum stóru virkjunum, er so ein onnur søga. Men tær royndu kvinnurnar eru avgjørt gull verdar fyri virkisleiðslurnar.
Eingin ivi um tað.
Hesar royndu kvinnur fáa tó sum er lítið "bonus" fyri sín dugnaskap, men eru løntar við einari ella tveimum krónum meira enn tær, ið detta inn av "gøtuni" og ongantíð hava fingist við fisk áður.
Fiskavirkari
Nú hava vit so fingið okkara fyrsta fiskavirkara við eini útbúgving, sum í minsta lagi gevur henni eina handverkaraløn ? eisini, um hon fer at arbeiða einum fiskavirkisgólvi, nú hon er liðug.
Kvinnan er Maud Túgvustein úr Fuglafirði, sum er gift Hensari Túgvustein, ið er ættaður úr Æðuvík.
Hósdagin stóð hon sína seinastu roynd í hesi útbúgving, sum hevur tikið henni tilsamans trý ár. Hon fekk eitt 9-tal, tá ið hon skuldi "forsvara" høvuðsuppgávuna, hon hevur skrivað um virkið hjá Fiskavirking í Saltangará, har hon fyrstu ferð var til arbeiðis longu í 1985, men hevur við millumbilum verið í arbeiði aðrastaðni. Og tó; árini á virkinum í Saltangará eru vorðin mong, nú vit skriva 2005, og tað er eisini her, hon nú hevur fingið sína útbúgving. Meðan hon hevur verið í læru, hevur hon eisini starvast á øðrum virkjum hjá Føroya Fiskavirking, eitt nú á Toftum, Miðvági og í Havn.
- Eg hevði skrivað mína høvuðsuppgávu um virkið hjá Fiskavirking í Saltangará, og uppgávan hjá mær hendan dagin var at "verja" tað, sum eg skrivi.
Maud stóð hesa seinastu royndina væl og virðiliga, og nú bíðar hon eftir prógvi og sveinabrævi sum fyrsti føroyingur við útbúgvingini, fiskavirkari.
Kontaktpersónur á virkinum í Saltangará hevur verið Jolina Højgaard, ið starvast á virkinum sum góðskuleiðari. Lina, sum hon verður rópt, hevur verið í starvi á flakavirkinum í Saltangará í samfull 29 ár.
- Hetta hevur verið ein ógvuliga áhugaverd, spennandi og lærurík tíð, men hetta hevur eisini verið strævið. Nú eg eri liðug við útbúgvingina og fái prógvið frá Fiskivinnuskúlanum, 23. juni, eri eg ovurhonds glað.
Henda útbúgving, sum verður tikin sambært eini kunngerð frá 13. juni 2002 um yrkisútbúgving innan fiskavirking og aling, er so nýggj, at Maud, tá ið vit tosaðu við hana seint um kvøldið, sum hon var liðug um dagin, ikki var heilt greið yvir, hvør fer at handa henni sveinabrævið.
- Marita Rasmussen, sum starvast hjá Vinnuhúsinum, var sensor við seinastu royndina, og eg haldi, at tað er Vinnuhúsið, sum skrivar út sveinabrøvini sambært hesi nýggju útbúgving og kunngerð, sigur Maud.
Aftur á skúlabonk
Maud var í starvi hjá Fiskavirking í Saltangará, tá ið hon sá ein faldara hjá Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna um hesa yrkisútbúgving.
- Eg helt, at hetta ljóðaði áhugavert og fór at tosa við Jason Johannesen, sum tá var virkisleiðari á virkinum í Saltangará um møguleikarnar fyri læruplássi.
Hon sigur, at Jason í fyrsta umfari ivaðist í, um hon veruliga meinti tað, tá ið hon ætlaði sær í skúla.
- Men so ein dagin spurdi hann meg, um eg meinti tað - og tað gjørdi eg, hóast eg ikki hevði verið á skúlabeinki í næstan 20 ár.
Maud sigur, at við tað, at hon bert hevði eitt gamalt 10. floksprógv, fór hon fyrst á Fiskivinnuskúlan í eitt ár, har hon bara gekk í skúla.
- Soleiðis gekk eg í skúla alt tað fyrsta árið, annað árið var eg bara í praktikk, og nú triðja árið havi eg gingið tveir dagar í skúla ? og arbeitt á virkinum hinar tríggjar dagarnar í vikuni.
Lærutíðin hjá Maud er úti, 1. juli, men enn veit hon ikki rættiliga, hvat hon fer at gera.
- Eg vænti, at eftirspurningurin eftir mær verður stórur, nú eg eri liðug ? og hava tað so ómetaliga gott við tað, sigur hon skemtandi.
Maud dylir ikki, at hon hugsar um okkurt annað enn bara at fara aftur á eitt flakavirkisgólv, sum henni annars hevur dámað ógvuliga væl.
- Eg kundi eitt nú hugsað mær at arbeitt sum góðskuleiðari ella okkurt tílíkt, men tað fer tíðin at vísa, leggur hon aftrat.
Útbúgvin alari
Hon veit annars at fortelja, at eingin nýggjur næmingur byrjar á Fiskivinnuskúlanum sum fiskavirkari í summar, men hon heldur, at ein byrjar sum alari.
- Tað eru onnur enn eg, sum í løtuni taka hesa útbúgving, og gongst sum ætlað, verður onkur liðugur komandi ár. Men eg eri so tann fyrsti fiskavirkarin við útbúgving eftir hesi skipan í Føroyum, og tað kenni eg sum nakað serstakt.
Maud veit eisini at siga, at ein annar fuglfirðingur, Eliseus Johannesen, sum er 28 ára gamal og hevur verið í læru hjá Laksá, í summar verður fyrsti útbúni alarin í Føroyum eftir hesi somu skipan um yrkisútbúgving.
- Í lærutíðini havi eg starvast allastaðni á virkinum ? heilt av gólvinum og upp til leiðsluna, sigur Maud Túgvustein, sum var í góðum hýri, tá ið Sosialurin hitti hana hóskvøldið og fríggjamorgunin á virkinum í Saltangará.
At enda heldur hon, at tað er umráðandi fyri fólk, sum ynskja sær eina slíka útbúgving, at hesi hava arbeitt við fiski áður.
- Jú, tað haldi eg so avgjørt er ein fyrimunur, sigur fryntligi ? og fyrsti ? føroyski fiskavirkarin.