Uppsøgn
Nú er Høgni Joensen sagdur úr starvið sum aðalstjóri í Almanna- og heilsumálastýrinum.
Tað hendi mikudagin, tá ið hann fekk uppsagnarbræv, sum Anfinn Kallsberg, løgmaður, Sámal Petur í Grund, landsstýrismaður í almanna- og heilsumálum og Marjun Hanusardóttir, løgmansstjóri, hava skrivað undir.
Í uppsøgnini hava tey ikki nakra ítøkiliga grund til at siga siga Høgna Joensen úr starvinum. Men tey
siga, at tey halda ikki, at hann hevur teir neyðugu, persónligu eginleikarnir at vera aðalstjóri í Almanna- og heilsumálastýrinum. Tey vísa á, at stýrið virkar ikki nógv væl og at tað er hann, sum hevur formligu ábyrgdina av tí.
Uppsagnartíðin er tríggjar mánaðir frá 1. apríl at rokna, men hann er longu farin úr starvinum, tvs, at hann skal ikki vera til arbeiðis í uppsagnartíðini.
Høgni Joensen hevur nú fingið 14 dagar til at gera viðmerkingar til uppsøgnina.
Sámal Petur í Grund hevur áður upplýst, at Maria á Dul varð settur aðalstjóri fyribils, til starvið er lýst leyst og nýggjur er settur.
Sjálvur hevur Høgni Joensen ongar viðmerkingar í løtuni.