Tað er Húsalánsgrunnurin, ið eigur ognina. Jóannes Dalsgarð, stjóri á Húsalánsgrunninum, sigur, at tá ið grunnurin á sinni keypti ognina, vóru ítøkiligar ætlanir um at byggja íbúðir, men hesar steðgaðu upp, tí óvissa var um framtíðina hjá grunninum.
- Tað eru og hava verið røddir í løgtinginum, sum hava tosað nógv um framtíðina hjá grunninum, og um hann møguliga skuldi umskipast. Fyrr enn vit kenna okkum trygga við framtíðina hjá grunninum, fara vit ikki víðari við byggiætlanunu, sigur Jóannes Dalsgarð.
Nógv plágað av ótangum
Grundin hevur eins og tóma stoypivirkið við síðuna av verið nógv nýtt av ótangum, sum hava gjørt bæði líkt og ólíkt á ognini.
- Vit hava neglt fyri bæði stoypivirkið og á grundini óteljandi ferðir, men hvørja ferð eru ótangar komnir aftur og hava brotið alt upp aftur. Teir hava gjørt bæði líkt og ólíkt á ognini, og tað er ikki so langt síðani, at bál var kynt inni í stoypivirkinum, greiðir Jóannes Dalsgarð frá.
Stjórin í Húsalánsgrunnin greiðir frá, at økið eisini hevur verið nógv vitjað av børnum, sum hava spælt á ognini, og tað hevur ikki verið heilt vandaleyst. Bæði Húslánsgrunnurin og Tórshavnar Býráð hava fingið fleiri áheitanir um at gera okkurt við trupulleikan, tí tey eru bangin um børnini, sum spæla har, og fyrr í vikuni var so farið undir at bróta grundina niður.
- Vit hava latið grundina staðið, hóast hon ikki hevur verið hóskandi til ætlanirnar hjá okkum. Nú er hon so tikin niður, og so fáa vit at síggja, hvat verður gjørt á økinum, sum er umleið 5.000 fermetrar stórt. Sjálvandi hava vit nakrar tankar, men ikki nakað ið vit vilja út við enn, sigur Jóannes Dalsgarð.