Nú er gaman í at læra føroyskt

Nú koma út tvær bøkur fyri útlendingar, sum duga enskt og vilja læra føroyskt.

Tað eru tveir doktarar í málfrøði, sum hava skrivað tær. Onnur er ein mállæra við 300 síðum, og hin er ein 400-síðu lærubók, har næmingurin verður leiddur so við og við inn í tað nútíðar føroyska samfelagið. Allar frágreiðingarnar eru á enskum, men har eru samrøður í hópatali á føroyskum.

Hesar samrøður eru tiknar upp og lagdar inn á eina fløgu, sum er í bókini, so tað ber til hjá næmingunum at hoyra gott føroyskt, og á tann hátt at kunna seg við mál okkara bæði í skrift og talu.

Teir, sum hava gjørt bókina, eru Hjalmar P. Petersen úr Sandavági, sum er doktari í málfrøði frá universitetinum í Hamborg, og Jonathan Adams, sum er eingilsmaður og doktari í málfrøði frá universitetinum í Hull. Teir hava leingi arbeitt við hesum verki, og hava brúkt tað í frálæruni, sum hevur verið fyri útlendingar á sumri á Fróðskaparsetrinum. Hetta tilfar hevur vakt miklan ans, og tí verður tað nú givið út.

Forlagið Stiðin hevur framløgu av bókaverkinum í H. N. Jacobsens Bókahandli mánadagin tann 22. juni 2009 kl. 16.