Í síðstu viku kom prísurin á norðsjóvarolju, sum skal latast í juli, upp á 56 dollarar fyri tunnuna, og um vikuskiftið togaði prísurin á amerikanska marknaðinum í 60 dollarar. Men tað tykist als ikki órógva marknaðin. Rætt er tað, at eftirspurningurin í Kina er minkaður eitt vet í seinastuni, men í vesturheiminum er eftirspurningurin størri, enn marknaðurin hevði roknað við.
Sambært norska oljumarknaðarserfrøðinginum Arnstein Wigestrand er eftirspurningurin nú so stórur, at tað er ein spurningur, um tað verður gjørligt at nøkta tørvin seinni í ár. Hann vísir á, at í Russlandi koyra reinsiverkini við fullari ferð, men at tey kortini hava ilt við at nøkta eftirspurningin. Í USA er støðan næstan tann sama. Har brúka reinsiverkini nú næstan 97 prosent av sínari orku.
Arnstein Wigestrand sigur við Aftenposten, at tað er neyðugt at byggja fleiri oljureinsiverk, men tað tekur tíð, og tað er eisini ein spurningur, um fleiri yvirhøvur verða bygd, sigur hann. Í Evropa og í USA eru umhvørviskrøvini so strong, at tað er trupult at byggja reinsiverk, ið kunnu lúka krøvini, og harafturat hava reinsiverkini ikki verið serliga lønandi tey seinnu árini. Tí er hugurin at gera íløgur á tí økinum ikki serliga stórur.
Arnstein Wigestrand sigur, at sum er bendir alt á, at oljuprísurin fer at halda sær. Eitt nú heldur hann, at prísurin á norðsjóvaroljuni fer at liggja uppi á umleið 57 dollarum í 2007.
Onnur vænta, at hann verður uppaftur hægri. Avstralski marknaðarserfrøðingurin Tobin Corey segði sunnudagin, at prísurin fer at koma upp á 60 dollarar fyrsta dagin.