Nú er fiskivinnunýskipanin løgd fyri tingið

- Og her eru høvuðstættirnir

- Uppskotið hjá landsstýrinum um fyrisiting av sjófeingi er lagt fram á ting. Uppskotið er eitt nýtt grundarlag undir fiskivinnupolitikki, fiskivinnufyrisiting og kørmunum hjá vinnurekandi til atgongd at fiska og virðisøkja úr fiskiríkidøminum, ið føroyska tjóðin eigur og hevur ræði á, skrivar Fiskimálaráðið í morgun. 

 

 

Víðari verður sagt, at lógaruppskotið byggir á samgonguskjalið, og á tey tilmæli og tað arbeiðið, sum nevndin, ið gjørdi uppskot til nýggja og varandi skipan fyri fiskivinnuna hevur lagt fram. Harumframt byggir uppskotið á tey sjónarmið, sum eru løgd fram alment, og sum eru komin fram og viðgjørd í samráðingunum og í hoyringunum um nýggja skipan fyri fiskivinnuna.

 

 

Her eru høvuðstættirnir sambært floksformonnunum í samgonguni: 

 

 

Mál og mið

Høvuðsmálini, ið ætlanin er at røkka við hesum lógaruppskoti og nýggju skipanini fyri fiskivinnuna, eru millum onnur:

  • At staðfesta, at fiskiríkidømið er ogn Føroya fólks og varandi grundarlag undir føroyska búskapinum og kann hvørki í lóg ella í verki gerast privat ogn.
  • At Føroyar skulu umsita sítt livandi ríkidømi í sjónum varandi og burðardygt við denti á at verja fiskastovnar, havumhvørvið og ta fjølbroyttu vistskipanina í havinum.
  • At fara til eina marknaðargrundaða skipan, har atgongd til fiskiríkidømið verður boðin fram á einum opnum marknaði.
  • At fiskivinnan og ræðið á tilfeinginum er á føroyskum hondum, og at virðisøkingin fer fram í Føroyum.
  • At tað verður gjørligt hjá fólki og feløgum kring landið, ið lúka treytir um ognarskap, skatting, at halda føroyskar manningarsáttmálar o.a. at bjóða seg fram at taka lut í føroyskari fiskiveiðu, og at kappast um at fáa mest møguligt virði burturúr til reiðarí, manning og samfelagið alt.
  • At tilfeingisrentan ikki gerst privat søluvøra.
  • At vit kunnu menna okkum sum matvøruframleiðandi tjóð og skulu vera millum fremstu lond í heiminum at framleiða dygdarmatvørur og at menna fjølbroyttar hjáúrdráttir úr sjófeinginum til hávirðisframleiðslur – av grunni at munni.
  • At vit støðugt kunnu menna royndir, gransking, útbúgving og vitan um allar tættir og øll lið, ið eru knýtt at fiskivinnuni.

 

 

Høvuðstættirnir og broytingarnar í uppskotinum

Ein meginregla er, at fiskirættindi kunnu bert bjóðast fram og skifta hendur, um tey verða boðin út um ein almennan marknað.

Uppskotið byggir á tríggjar høvuðssúlur og broytingar í mun til galdandi lóg og skipan:

  1. Stovnsrøkt og burðardygg veiða.
  2. Atgongd at fiska og at bjóða seg framat.
  3. Treytir fyri virksemi, virðisøking og inntøkum í Føroyum.

Harumframt eru nýggjar og herdar ásetingar um eftirlit, revsing, altjóða skyldur o.a.

Størstu broytingarnar í teimum trimum høvuðssúlunum, eru hesar:

 

 

Stovnsrøkt og burðardygg veiða:

  • Vit skulu fylgja lívfrøðiligum tilmælum og at gera umsitingarætlanir (langtíðarætlanir) fyri at umsita og gagnnýta ymsu fiskastovnarnar.
  • Uppskotið er at fara til kvotuskipan fyri fiskiskap eftir botnfiski í føroyskum sjógvi. Tó verður skotið upp at hava fiskidagaskipan fyri útróður – t.e. øll í bólki 4 og 5.

 

 

Atgongd at fiska og at bjóða seg framat:

  • Partur av atgongdini til tilfeingið verður boðin út sum brúksrættindi á almennum marknaði. Av uppsjóvarfiski og fiskiskapi á fjarleiðum verða 25% boðin út. Nýggjar og øktar kvotur verða bodnar út. 
  • Atgongdin verður boðin út sum styttri og longri rættindi – í høvuðsheitum fyri 1 og 8 ár.
  • Brúksskylda verður ásett. Verða rættindi ikki brúkt, fella tey aftur til landið, og verða boðin út.
  • Fyri tey, sum eru í vinnu í dag, verður atgongd til part av tilfeinginum, har tey, ið hava brúksrættindi, rinda tilfeingisgjald. Loyvi hava gildistíð í 8 ár, og á hvørjum ári skal Løgtingið taka støðu til gildistíðina.
  • Í kvotuskipan verður atgongdin at fiska knýtt at feløgum og fólki – og ikki knýtt at veiðifari.
  • Øll skip, ið fiska av føroyskum veiðirættindum, skulu verða skrásett í føroysku skipaskrásetingini og lúka treytirnar um føroyskan ognarskap.
  • Reglur um miðsavnan av atgongd til fiskirættindi verða ásettar: Fyri tey samlaðu føroysku fiskirættindini verður markið sett til 17,5%, og fyri tríggjar høvuðsfiskiskapir, verður markið sett til 20%: Fyri Uppsjóvarfisk, botnfisk undir Føroyum og fiskiskap á fjarleiðum. Reglurnar eru ikki aftureftirvirkandi og ikki galdandi fyri útboðin 1 –ára rættindi.
  • Royndar- og menningarkvotur kunnu bjóðast fram eftir greiðum treytum.

 

 

Treytir fyri virðisøking, virksemi og inntøkum í Føroyum:

  • Feløg og einstaklingar, ið hava rættindi at fiska skulu vera búsitandi og fult skattskyldug í Føroyum. Ein fýra ára skiftistíð verður ásett fyri útlendskan ognarskap at minkast burtur.
  • Øll manning skal fylgja sáttmálum hjá føroysku manningarfeløgunum, gjalda skatt og hava arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum.
  • Herdar treytir verða settar til góðkenningar, skatting o.a.
  • Fiskur skal landast í Føroyum – minst 75%.
  • Alt skal til lands av fiskinum (høvd, ryggir, uggar, livur, rogn og innvølir). Ein skiftistíð verður ásett, so vinnan kann laga seg til broytingarnar.
  • Krøv verða sett um, at veiddur fiskur skal bjóðast út um góðkenda uppboðssølu – í minsta lagi 20% av allari veiðu.
  • Munandi betri eftirlit og revsireglur verða ásettar. Eftirlitið bæði á sjógvi og við øllum landingum verður styrkt. Og feløg skulu forhondsgóðkennast til tess at bjóða seg fram og taka lut.

 

 

Árlig eftirmeting

Skipanin skal sambært uppskotinum viðgerast og eftirmetast á hvørjum ári, har landsstýrismaðurin leggur frágreiðing fyri tingið um tættirnar í fiskivinnuni.

Umframt ásetingarnar í hesum uppskoti til fyrisiting av sjófeingi, leggur landsstýrið í heyst fram uppskot til broytingar í øðrum lógum, ið fylgja tilmælunum frá nevndini, ið gjørdi uppskot um nýggja og varandi fiskivinnuskipan fyri Føroyar um at tryggja skatting og vinningsbýti í Føroyum, forða fyri “transfer-pricing” o.a. 

Eisini leggur landsstýrið fram serstaka lóg um tilfeingisgjald í heyst.