Í kvøld og komandi fýra dagarnar fer Tórshavnar jazz- fólka- og bluesfestivalur at seta sín dám á Havnar bý.
Festivalurin verður settur í Norðurlandahúsinum í kvøld klokkan 20.00, beint áðrenn teir báðir klaverleikararnir Jóhannes Andreassen og Stamen Stantshev seta seg við hvør sítt flygel at spæla løg eftir J.S. Bach.
Tann hálva tíman áðrenn festivalurin verður settur, fer bigbandið Jassarnir at hita áskoðarafjøldina upp úti í forhøllini í Norðurlandahúsinum.
Stamen og Jóhannes framføra í ein hálvan tíma í konserthøllini, og aftaná tekur ein donsk trio við Arne Forchammer á odda yvir.
Tá hendan framførslan er komin at enda nakað eftir klokkan 21, kunnu áhoyrararnir velja ímillum tvær framførslur í meira óhátíðarligum umhvørvi. Ivory saman við víðagitna saxofonistinum John Purcell fara at spæla etniskan jazztónleik í Klingruni. Samstundis fer hetlendski violinspælarin Trevor Hunter at spæla nøkur løg í musik-cafeini.
Fyrsta kvøldið á Jazzfestivalinum 2000 endar við at íslendski bólkurin Hallas Travel við Bjørn Thoroddsen á odda framførir tað, ið kallað verður "musikteatur" ella tónleikasjónleikur.
Jazzfestivalurin varir til leygarkvøldið 12. august.










