Nú er FCK oddalið

Nógv mál vóru at síggja í góða summarveðrinum í Danmark, har áskoðarafjøldin í Parkini var størri enn í øllum hinum dystunum tilsaman

SUPERLIGAN

Tað vórðu skorað ein rúgva av málum í donsku superliguni í vikuskiftinum. FCK er á odda, eftir at teir vunnu fyrsta slagið um høvuðsstaðin í hesum kappingarárinum.
Leygardagin var Brøndby í Parkini. Fleiri enn 38.200 hugdu at, og tey vóru vitni til nógvan intensitet og stóran spenning. Heimaliðið legði bragdligari fyri, men eftir at Brøndby hevði fingið hol á, vóru tað gestirnir, sum stýrdu og væl kundu havt økt til bæði 2?0 og 3?0. Men teir vóru ikki nóg hvassir, og í staðin var tað FCK, sum í yvirtíðini í 1. hálvleiki javnaði. Peter Møller, ið bardist sum úlvur á skóg, var fyrstur á returi.
Í 2. hálvleiki gekk javnt á, inntil Zuma og Todi miðskeiðis í 2. hálvleiki vórðu settir á vøllin. Smáir tíggju minuttir vóru eftir, tá Zuma fekk bóltin av Brøndby verjuni og skoraði sigursmálið.
Brøndby hevur staðið seg illa fyrstu umførini av superliguni. Í annaðkvøld skulu teir royna seg á heimavølli ímóti Rosenborg, sum fyri tveimum vikum síðani vann 1?0 heima í Tróndheimi. Michael Laudrup ásannaði leygardagin, at liðið hjá honum hevði spælt væl, men at teir høvdu víst tveir veikleikar, sum ikki mugu koma fyri í fótbólti á hægsta støði. Annar var, at teir ikki skora nóg ofta, tá teir spæla seg til møguleikar, og hin var, at teir gera ov nógv persónlig mistøk í verjuspælinum.

Gomlu feløgini væl við
AGF og Esbjerg eru millum gomlu jysku stórfeløgini í bestu deildini. Tað hevur ikki altíð gingið so væl hjá teimum, men hesa ferð eru tey komin væl frá kappingarbyrjan.
Sunnudagin var AGF á útivølli ímóti AB. Undan dystinum var tøgn. Teir í AB mintust gamla stórspælaran Knud Lundberg, sum doyði í næstsíðstu viku. Hann gjørdist 82 ára gamalur. Knud Lundberg var bæði lækni og tíðindamaður. Hann var leingi ítróttarblaðstjóri á Aktuelt, og hann skrivaði um fólkaheilsu og ítrótt og serliga fótbólt. Lundberg er einasti danin, sum hevur verið á trimum landsliðum í senn ? í fótbólti, hondbólti og baskettball. Hann var á fótbóltslandsliðnum, sum í 1948 vann bronsu í London. Tað varð inntil í 1960, tá Danmark vann silvur í Rom, mett at vera størsta fótbóltsliga avrikið hjá dønum.
Á vøllinum gekk sunnudagin javnt á. AB hevur bara vunnið ein dyst í hesum kappingarárinum. Teir siga sjálvir, at verjan ikki er nóg góð, og soleiðis var tað aftur hesa ferð. Úrslitið var 2?2, og eftir dystin snúði mesta tosið seg um skaðan, sum longu í 1. hálvleiki noyddi Heine Fernandez av vøllinum. Teir eru bangnir fyri, at krossbandið er farið, og so er møguleiki fyri, at málslúkurin ikki verður førur fyri at spæla meiri á hægsta støði. Nýggi AGF venjarin, Poul Hansen, hevur megnað at fingið fótbóltslagi í Århus í topp aftur.
Esbjerg vann 3?2 á FCM, sum í síðstu viku seldi toppskjúttan Michael Skoubo til Borrusia Mönchengladbach, sum so nógvir danir hava spælt við.

Upp og niður
Annað av nýggju feløgunum í superliguni er Køge. Teir vóru hesa ferð í Odense, og har vóru teir so óhepnir, sum tað ber til at ímynda sær. Teir komu á odda eftir fínt snarálop, og tað var um eitt hár gjørt, at teir øktu í sama slag álopi. Í 2. hálvleiki javnaði OB upp á brotsspark, og í síðstu løtu skoraði heimaliðið sigursmálið. Gestirnir iðraðu seg gular og grønar, og tað var einki at siga til tað. Í 2. hálvleiki fingu teir ? tað vóru fimm minuttir ímillum ? tvey brotsspørk, men teir misnýttu bæði!
Hitt nýggja liðið í bestu deildini er Farum, og á ferðini til hús aftur úr Silkeborg var hýrurin góður. Farum hevði 1?0 sigur í viðførinum. Venjarin, Christian Andersen, er opinskáraður, og sunnukvøldið helt hann fyri, at Farum átti at havt verið oddalið í superliguni!