Nú er eitt verkfall afturat fyribyrgt

Semja er beint nú gjørd ímillum maskinmeistararnar hjá tí almenna og Fíggjarmálaráðið

Seinnapartin í dag hava Fíggjarmálaráðið og Maskinmeistarafelagið skrivað undir nýggjan sáttmála fyri maskinmeistararnar hjá tí almenna. Tað eru maskinmeistarar hjá Strandferðsluni, á Magnusi Heinason, vaktarskipunum hjá Vørn og maskinmeistarar í almennari tænastu á landi. Og sostatt er enn ein verkfallsvandi fyribyrgdur.

 

Sáttmálin gekk út 1. oktober í fjør, men hann er longdur ímeðan nógvar aðrar samráðingar hava verið. Men tað var so langt ímillum partarnar, at neyðugt varð at senda boð eftir semingsmanninum og fyrr í dag legði hann eitt semingsuppskot fyri partarnar - so teir altso góðtóku nú seinnapartin.

 

Og eftir nýggja sáttmálanum, sum beint nú er undirskrivaður, hækkar lønin 2,3 prosent frá 1. oktober í fjør. Talan er um ein tvey ára sáttmála og tann 1. oktober í ár verða lønartalvurnar fyri Strandfaraskip Landsins og maskinmeistarar í almennari tænastu á landi broyttar og tað er ikki greitt, hvussu stórar lønarhækkingar, tað ber við sær. Hjá maskinmeistarunum við Magnusi Heinason hækkar lønin 2,5 prosent. 

 

Maskinmeistarar við vaktarskipunum hjá Vørn eru tænastumenn, og lønin fylgir avtaluni við Tænastumannafelagið.


Umframt lønarhækkingar og broytingar av lønartalvum eru ymiskar broytingar gjørdar í sáttmálunum, m.a. nýggjar ásetingar um barsil, starvsetan og viðvíkjandi dokking uttanlands.