Eftir lógini er ikki loyvt at roykja á almennum støðum og sostatt er tað heldur ikki loyvt at roykja á Vága Floghavn. So hjá roykjarum kann bíðitíðin á flogvøllinum fella long, tá ið tey ikki sleppa at festa sær í, og tað er ikki óvanligt at síggja roykjara standa bæði kaldar og vátar uttan fyri og roykja.
Men fyri at bøta um umstøðurnar hjá roykjarum, hava tey á flogvøllinum nú gjørt eitt serligt roykirúm, har fólk kunnu guva sum teimum lystir. Roykirúmið er við útgongd nummar eitt.
– Í dag bíða roykjarar ofta við at fara inn í fráfaringarhøllina til allar síðstu løtu, og tað kann órógva. Roykirúmið er heilt vanligt øðrum flogvøllum og er ein trygt fyri, at at eingin tubbaksluktur verður uttanfyri roykirúmið, og sostatt verða tey, sum ikki roykja, heldur ikki órógvað av roykjarunum, siga tey á flogvøllinum.