Nú er eingin sjálvstýrismaður í Løgtinginum

Nú Kristin Michelsen er farin í farloyvi hevur ein, sum ikki er sjálvstýrismaður, tikið sætið fyri hann.

Tá tingfundurin varð settur fyri løtu síðani, góðtók Løgtingið eina umbøn frá Kristini Michelsen um farloyvi. Løgtingið góðtók samstundis, at næsti maður á listanum hjá Sjálvstýrinum tekur sæti fyri hann.

Næstur á listanum er fyrrverandi sjálvstýrismaðurin Jógvan Skorheim í Klaksvík.

Tað var fyri tveimum mánaðum síðani, at Jógvan Skorheim boðaði frá, at hann tók seg úr Sjálvstýrisflokkinum, tí hann ikki megnaði at savna flokkin og flyta hann fram á leið.

– Tíverri má eg staðfesta, at tað eydnaðist ikki. Eg kenni meg ikki hava neyðugu undirtøkuna í flokkinum, og eg má ásanna, at eg havi ikki megnað at loyst mína høvuðsuppgávu, hóast eg havi lagt stóra orku í arbeiðið.

Hann boðaði frá, at hann heldur fram sum uttanflokka býráðslimur í Klaksvíkar býráð.

– Eg brenni fyri politikki, og eg vil fegin vera við at menna Klaksvíkar kommunu og føroyska samfelagið sum heild.

Men nú er Jógvan Skorheim aftur í Løgtinginum – fyri Sjálvstýrisflokkin. Men hann er ikki longur sjálvstýrismaður. Hann er avloysari fyri ein fyrrverandi javnaðarmann, sum nú er sjálvstýrismaður, valdur framman fyri nú fyrrverandi sjálvstýrismannin Jógvan Skorheim.

Av tí at Sjálvstýrisflokkurin ikki er partur av samgonguni – og kanska heldur ikki andstøðuni, so hevur tað ongar parlamentariskar avleiðingar, um Jógvan Skorheim ikki dregur somu línu sum Kristin Michelsen. Innanhýsistrupulleikar í Sjálvstýrinum verða tað valla heldur til, tí har eingin annar í tingbólkinum.

Men sjálsamt er tað – um ikki eindømi – at ein tingmaður tekur sæti fyri flokk, sum hann ikki er limur í.