Nú er Christian í Premier League

Christian Restorff Mouritsen skrivaði herfyri undir veruligan yrkissáttmála við enska Manchester City, har hann hevur spælt seinasta hálva annað árið.
Ætlanin var alla tíðina, at lærusáttmálin, sum Christian hevur havt, skuldi broytast til veruligan Premier League sáttmála, og nú aldurin er til tað, er hetta veruleiki.