Útbreiðslan av breiðbandi í Føroyum er nú 100 prosent. Eftir at fólk hjá FT Net hava sett útgerð til breiðbandið upp í Hesti, er breiðband nú tøkt allastaðni í Føroyum. Hestur var seinasta oyggin uttan breiðband yvir fastnetið, og fyrr í ár var breiðbandið eisini sett upp í Mykinesi.
- Nú stendur øllum føroyingum í boði at fáa sær breiðband. Hetta er eitt mál, sum vit tíðliga settu okkum, og tí kunnu vit í dag fegnast um, at øll, sama um tey búgva á útoyggj ella í meginøkinum, hava javnbjóðis møguleikar at samskifta, sigur Páll H. Vesturbú, stjóri í FT Net.
Tað eru ikki nógv onnur lond í heiminum, sum kunnu siga seg hava breiðband í hvørjum króki, tí vanliga er tað sera kostnaðarmikið og kastar lítið av sær at seta upp útgerð í útjaðara og fjarskotnum økjum, soleiðis at breiðbandsútbreiðslan klórar tey síðstu stigini heilt upp í 100 prosent.
Føroya Tele hevur veitingarskyldu, tá ið tað kemur til telefonsamband, men hendan veitingarskyldan fevnir ikki um at veita øllum føroyingum breiðband. Kortini hevur Føroya Tele sæð hetta sum eina uppgávu, ið samsvarar við ynskini hjá eigaranum.
- Føroya Tele hevur átikið sær ábyrgdina at veita øllum føroyingum breiðband. FT Net hevur sum mál at bera øllum í Føroyum samskiftismøguleikar á hægsta dygdarstigi, og at gera øll í Føroyum til virknar luttakarar í altjóða samfelagnum. Tí hevur tað verið púra náttúrligt at arbeitt fram móti málinum, at breiðbandið fevnir um allar Føroyar, sigur Páll H. Vesturbú.
Útbyggingin av breiðbandi byrjaði í 2000, tá ið fyrsta ættarliðið av ADSL-útgerð varð sett upp á størru plássunum, serliga ætlað fyritøkum. Sambandið við umheimin var tá ein forðing fyri víðari útbreiðslu, men tá ið Farice sjókaðalin varð tikin í nýtslu í 2004 bøtti hetta munandi um sambandið við umheimin. Útboðið av internet-tænastum gjørdist betri, og hetta setti ferð á útbyggingina av breiðbandinum.
Í 2005 var farið at seta upp annað ættarlið av ADSL-tøkni, ið gav nógv hægri ferð, og tann útgerðin er nú útbygd kring alt landið, soleiðis at veitarar kunnu bjóða breiðbandstænastur í hvørjari bygd. Arbeiðið steðgar tó ikki her, stórt og áhaldandi arbeiði liggur fyri framman at menna breiðbandskervið, bæði í dygd og ferð ? tann menningin steðgar ongantíð.