Nú er besta nátatíð

Nú seinasti dagur í august er í dag, eru vit í bestu nátatíð.

 

Tað er eitt sindur ymiskt, nær nátungi flýgur út av rókini. Okkurt árið kann fuglur fáast á sjónum longu 23. august, og onnur ár sært tú ongan fugl 26. august. Men, longu í vikuni, sum fór, vóru fleiri bátar á nátaveiði, og frætt er frá monnum, sum hava fingið nógvan fugl.

Nú seinasti dagur í august er í dag, eru vit í bestu nátatíð, men sambært dmi.dk verður veðrið teir komandi dagarnar kanska ikki líka so gott, sum tað var bestu dagarnar í seinastu viku. Kortini man onkur dagur fara at roynast, serliga har ættin ikki liggur upp á land.

Í dag sigur dmi.dk frá frískum vindi av suðri, 5-10 metrar um sekundið, og í morgin verður veðrið á leið tað sama, 5-10 metrar um sekundið av suðri, sum um kvøldið og út á náttina veksur upp í 10-15 metrar um sekundið av suðri og landsynningi.

Mikudagin verður enn meira vindur, sunnan og landsynningur, 10-15 metrar um sekundið, sum snarar í ein sunnan ella útsynning sunnan og minkar niður í 8-13 metrar um sekundið. 

Sambært dmi.dk verður heldur minni vindur aftur hósdagin, 5-10 metrar um sekundið av suðri og útsynningi. Fyrrapartin fríggjadagin verður veðrið, soleiðis sum hósdagurin var, 5-10 metrar um sekundið av suðri og útsynningi, men seinni snarar hann í ein vestan ella útnyrðing og veksur vindin upp í einar 10-15 metrar um sekundið.

Men tey, sum liggja framvið og ætla sær at taka nátunga á sjónum, skulu ikki missa vónina um, at onkur nátadagur er fyri framman - antin hesa vikuna ella í næstu viku, tí tað eru eisini stórir nátadagar gjørdir so seint sum 8. september og helst seinni enn tað.