Við sigri á EB/Streymi hevur B36 í dag lagt seg á odda í Vodafonedeildini. B71 tapti enn einaferð stórt. 5. umfar í Vodafonedeildini eru nú avgreitt. Í gjárkvøldið vann ÍF 3-0 á HB, og í dag hava fýra dystir verið.
B36 tók ímóti EB/Streymi, og árstalsfelagið vann dystin 1-0. Málið skoraði Lukasz Cieslewicz. Harvið tapti EB/Streymur fyri fyrstu ferð í ár, meðan B36 sníkti seg fram um øll hini liðini og er ovast.
Í Klaksvík vann NSÍ 2-1, eftir at støðan var 1-1 fram móti endanum av dystinum. Men Christian Høgni Jacobsen syrgdi fyri, at øll stigini endaðu í Runavík.
B71 tapti enn einaferð stórt. Hesaferð vitjaði B68 á nýggja vøllinum á Sandi, og toftamenn vunnu 5-0.
Seinasti dysturin var í Gøtu, og har endaði tað við javnleiki 1-1.
Úrslit í 5. umfari
ÍF-HB 3-0 (0-0)
1-0: Bartal Eliasen, 68.
2-0: Bartal Eliasen, brts., 70.
3-0: Bogi Løkin, 90.
B36-EB/Streymur 1-0 (0-0)
1-0: Lukasz Cieslewicz, 55.
B71-B68 0-5 (0-2)
0-1: Jónleif Højgaard, 16.
0-2: Ibrahima Camara, 42.
0-3: Niclas Joensen, 51.
0-4: Ibrahima Camara, 63.
0-5: Stig-Roar Søbstad, 73.
Reytt kort: Annel Helgi Finnbogason, 45.
KÍ-NSÍ 1-2 (1-0)
1-0: Kristoffur Jakobsen, 25.
1-1: Christian Høgni Jacobsen, brts., 55.
1-2: Christian Høgni Jacobsen, 86.
Víkingur-07 Vestur 1-1 (1-1)
1-0: Símun Hansen, 4.
1-1: Tór-Ingar Akselsen, 19.
Reytt kort: Atli Gregersen, 88.
Støðan
1. B36 11 stig
2. KÍ 10 stig
3. EB/Streymur 10 stig
4. NSÍ 10 stig
5. Víkingur 8 stig
6. HB 7 stig
7. ÍF 7 stig
8. B68 4 stig
9. 07 Vestur 2 stig
10. B71 0 stig