Nú er av álvara vandi fyri verkfalli

Nú er av álvara vend fyri verkfallið

 

Tað er greit eftir, at semingsuppskotið, sum semingsmaðurin legði fyri Arbeiðarafeløgini og Arbeiðsgevarafelagið í gjárkvøldið, er vrakað.

 

Partarnir høvdu freist til á miðdegi í dag at svara og nú er tað so greitt, at semingsuppskotið er vrakað. Hann vil ikk siga, hvør tað er, sum hevur vrakað uppskotið Terje Sigurðsson, semingsmaður, sigur, at nú fara teir at brúka seinnapartin í dag at vita um tað ber til at laga tað til, soleiðis at partarnir kunnu góðtaka tað.

 

Hann sigur, at hetta verður tann seinasta royndin hjá teimum at finna semju. Eydnast tað ikki, gevast teir, og so stendur tað til partarnir, hvat síðani skal henda. Men vanligasta avleiðingin er, at arbeiðssteðgur verður.