Vakra svenska prinsessan Madeleine hevur avlýst brúdleypið við sjeikin hjá sær. Tey hava hildið saman seinastu átta árini, men nú er kuril á tráðnum. 27 ára gamla Madeleine prinsessa í Svøríki skuldi giftast við 31 ára gamla Jonas Bergstrøm seinni ár, men hetta er brúdleyp er nú avlýst.
Tey hava heldur ikki verið at sæð saman til almenn tiltøk í hesum árinum, skrivar Expressen.
Silvia drotning sigur, at tað hendir so nógv í løtuni, at Madeleine má taka tað róligt í eina tíð. Hun vil ikki siga, um tað er liðugt millum prinsessuna og sjeikin, men brúdleypið er avlýst.
Jamen, so er kanska bara hjá onkrum føroyskum sjeiki at liggja framvið. Vit hava havt fótbóltsspælarar í fremstu røð í útlendskum kappingum, vinnarar av stórum sangkappingum og europameistara í svimjing. Tað næsta kundi kanska verið ein prinsur í Svøríki.