Nú er at fara í gongd

Eivin Jacobsen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin
-----------
Einki er liðugt fyrr enn alt er liðugt. Til 3. viðgerð sein­asta fríggjadag samtyktið Løg­tingið endaliga studningslán og rentufrítt lán til umvæling av ellis- og røktarheiminum á Sýnini.
Henda tilgongdin hevur ver­ið drúgv, men fyri knapt tveimum árum kom gongd á í sambandi við, at eldra­økið skuldi leggjast út til komm­unurnar. Vit skulu aft­ur til 2008, tá landsverk gjørdi eina støðumeting av bygn­ing­inum, sum ljóðaði upp á umleið 37 mió kr.
Um ársskiftið vórðu komm­­­un­urnar í Vágum samd­ar um leistin, ið lands­stýrið hevði sum loysn. Treyt­irnar fyri, at lánið kundi veitast var, at lán­tøk­an er samtykt av komm­unu­stýr­unum í Vágum, at sjálvs­ognar­stovnurin fyri heimið á Sýnini verður av­tikin og at kommunurnar yvir­takað ognina.
Tilsamans kann útgjaldast í mesta lagi 7 mió.kr. í 2014, í mesta lagi 12 mió.kr. í 2015, og síðan kann restin, upp til loftið á 31,5 mió. kr., gjaldast út í 2016. Orsøkin er, at tær 37 mió.kr. eru lækkaðar til 31,5 mió.kr., av tí, at nakað av umvæling er gjørt.
At umvældir bygningar kunnu blíva sum nýggir, er skúlin í Sørvági eitt gott dømi um. Leygardagin fekk al­­menningurin høvið at síggja umvælda skúlan og sig­ast má, at umvælingin er væleydnað, har gamalt og nýtt renna saman í eina eind. Vónandi verður komið líka væl frá umvælingini av Sýnini.
Eftir at henda umvælingin stendur liðug í 2016 kann verða áhugavert at nevna, at seinastu 10-15 árini hava kommunurnar í Vágum gjørt íløgur fyri hundrað tals milliónir - 3 barnagarðar, fyrsti partur av nýggjum skúla á Giljanesi varð tikin í brúk fyrr í vár, nýumvældur skúli í Sørvági og nú um­væl­ing av Sýnini. Út frá hesum skuldu Vágarnar veri væl út­býgdar á almanna og sosiala økinum.
Men vit hava eina stóra uppgávu eftir. Sum vit hava sæð við ellisheiminum gong­ur long tí, frá tú byrjar at tosa, til tað er ein veruleiki. Í Vágum eru 10 brúkarar, sum hava brúk fyri hjálp á sálarliga økinum. Hesi hava bú­leikast í leigaðunum hús­um í oynni í eini 10 ár undir skiftandi umstøðum. Er tað nakað hesi fólk ikki hava brúk fyri, so er tað skiftandi umstøður, og heldur ikki fyri starvsfólkini, er hetta nøktandi.
Hesin málbólkur hev­ur eisini brúk fyri einum góð­um og tryggum umhvørvi. Á sama hátt, sum eldri og óhjálpin saman við starvs­fólki, skúla­næm­ingar saman við lærarum, barnagarðsbørn saman við námsfrøðingum, hava brúk fyri góðum og tryggum umhvørvi. Tí eiga betraðar umstøður til henda málbólk at standa næst á skrá.