Umstøðurnar til golf verða mettar sum ein avgjørd fyritreyt fyri, at Føroyar kunnu fáa vertsskapin fyri oyggjaleikum í framtíðini. Skjótiítrótturin er sera framkomin í fleiri av teimum oyggjasamfeløgunum, sum eru við í oyggjaleikasamstarvinum, og tær umstøðurnar eru eisini sera umráðandi.
Tað eru hesar umstøðurnar, sum Tórshavnar Býráð er til reiðar at útvega saman við almennum myndugleikum og øðrum samstarvsfeløgum til Oyggjaleikirnar, sum Ítróttarsambandið fer at søkja um at skipa fyri í 2021 ella kanska longu í 2019, skrivar Jógvan Arge, formaður í mentamálanevndini í Havn, í tíðindaskrivi.
Islands Games Assosciation leggur dent á, at luttakararnir á Oyggjaleikum verða hýstir nær hvørjum øðrum og nær ítróttarbreytunum. Tórshavnar Býráð hevur nú boðað frá, at tað er sannført um, at kommunan kann hýsa 2500 ella fleiri luttakarum innanfyri 10 minuttir frá høvuðskappingarbreytum, hallum og vøllum.
Neyðugt við golfvølli
Jógvan Arge ger greitt, at ein golfvøllur í Havn er fremst av øllum ætlaður til almenna nýtslu hjá føroyingum, men eisini til útlendskar golfspælarar, sum ferðast kring heimin, og til spæl og kappingar á altjóða stigi.
– Golfvøllur kostar nakað. Við oyggjaleikum um átta ella 10 ár, sum málið er, ber til at gera eina slíka íløgu yvir nøkur ár, so hon ikki darvar aðrar neyðugar ætlanir stórvegis, sigur hann.
Stóran týdning
Formaðurin í mentamálanevndini í Havn ger greitt, at tað hevur stóran týdning fyri Føroyar at átaka sær vertskapin fyri Oyggjaleikunum. Hetta setir okkum á kortið, dregur nógv fólk til Føroya og harvið inntøkur til ymsar partar. Tað hevur týdning fyri menningina av ítróttinum og førleikanum at skipa fyri stórum stevnum.
Føroyar hava tikið lut í Oyggjaleikunum síðani fyrstu leikirnar í 1985. Stevnan hevur verið eina ferð í Føroyum, í 1989, men tað eru longu meira enn 20 ár síðani. Kortini hava Oyggjaleikirnir havt stóran týdning fyri menning og margfeldni í nógvum ítróttargreinum í Føroyum, heldur hann.
– So nú er bara at bróta upp um armar og spýta í lógvarnar!, sigur Jógvan Arge.