Nú er aftur tryggari at ferðast til Turkalands

Avaringin, sum varð almannakunnugjørd í gjár, er nú tikin aftur

Verða ymisk fyrivarni tikin, er nú aftur trygt at ferðast til Turkalands.

Tað boðar danska uttanríkisráðið frá í morgun, og myndugleikarnir í Føroyum fylgja altíð teirra tilmælum í slíkum førum.

 

Leygarnáttina varð roynt at gera statskvett í Turkalandi og í tí sambandi mælti uttanríkisráðið í gjár fólki frá at ferðast til Turkaland, uttan í neyðugum ørindum.

 

Men síðani er kvettroyndin niðurbard, og í morgun tekur uttanríkisráðið ávaringina aftur og í dag er støðan í Turkalandi tann sama, sum hon var fyri kvettið, sigur uttanríkisráðið.

 

Annars siga tey, at í ferðamálunum við strendurnar, hava tey lítið og onki merkt til kvettroyndina og í stórbýunum, Ankara og Istanbul, valdar nú aftur friður.

 

Men eftir kvettroyndina er støðan ímillum sosialar og átrúnaðarligar bólkar, spent og tí er størri vandi fyri samanbrestum nú.

 

Tí mælir Uttanríkisráðið framvegis ferðafólki til at halda seg væl burtur frá politiskum mótmælisgongum og øðrum plássum, har tiltøk eru, sum savna nógv fólk.

 

Sum heild eiga fólk at avmarka vitjanir á støðum, har nógv fólk eru, eitt nú í handilsmiðstøðum, jarnbreytarstøðum, og tokum, torgum, o.s.fr.

 

Men hóast ávaringin ímóti at ferðast til Turkalands er tikin aftur, eru framvegis ferðasmiðir ikki vilja senda fólk hagar enn, og flogfeløg, sum ikki vilja flúgva hagar, so tað eru framvegis nógvar avlýstar ferðir og seinkingar.

 

Annars er framvegis stórur vandi fyri yvirgangi í Turkalandi, eisini ímóti ferðamálum, og serliga í ár er vandin hjá ferðafólki øktur munandi, og tí eiga fólk at vísa varsemi, sigur Uttanríkisráðið.

 

Í hesum sambandi minna tey á álopið á Atatürk flogvøllinum fyri góðum tveimum vikum síðani.

 

Og so hevur tað týdning at halda seg minst 10 kilometrar frá markinum til Sýria og Irak, tí  umframt yvirgang har um vegir, er eisini vandi fyri at fólk verða burturflutt við tí endamáli at krevja loysigjald fyri tey.

Við onnur landamørk eiga fólk bara at vera í neyðugum ørindum.

 

Uttanríkisráðið mælir eisini til størsta varsemi í stóru býunum í landsynnings Turkalandi.

Í hesum sambandi verður mælt fólki til bara at brúka tær stóru samferðsluæðrarnar og samstundis verður mælt til at halda seg innandura um kvøldið og um næturnar, og annars verður mælt fólki staðiliga frá at vera uttandura einsamøll.

 

Í Eysturturkalandi eru tilmælini tey somu, men har verður eisini mælt fólki til at halda seg burtur frá løgreglustøðum, hernaðarstøðum og øðrum almennum bygningum.

 

Men hinvegin leggur uttanríkisráðið kortini dent á, at sum heild merkja ferðafólk í Turkalandi ikki tað allarminsta til nakað sum helst.

 

Tó verður av og á boðað frá kynsligum brotsverkum í ferðafólkabýunum við strendurnar, men stuldri er ikki nógv av, sigur Uttanríkisráðið.