Nú er aftur klárt í ÍDNI

Sjey vikur eftir at eldsbruni herjaði nýggja timburhandilin í Klaksvík, er arbeiðið komið so mikið langt, at handilin letur upp í dag Leygardagin 9. mars var ókeypis at koyra ígjøgnum Norðoyatunnilin. Tann dagin var ætlanin, at nýggi timburhandilin hjá ÍDNI skuldi lata upp á havnarlagnum vestanfyri í Klaksvík. Men ætlanin varð av ongum. Orsøkin var tann, at handilin leygarnáttina 2. mars varð herjaður av eldsbruna.

Síðani hevur verið arbeitt av øllum alvi við at vaska, bróta niður og gera av nýggjum, og nú er arbeiðið komið so mikið langt, at timburhandilin letur upp í morgun, nú tað aftur er ókeypis at koyra ígjøgnum tunnlarnar.

Tað eru Jóhan Samuelsen, Sjúrður Sjúrðarberg, Jóannes E. Joensen og Jóannes Poulsen, sum eiga ÍDNI, og teir greiða soleiðis frá um gongdina:

-Tað var í timburhøllini og ikki í handlinum og hinum hølunum, at tað brendi, og hóast roykur og hiti gjørdu nógv um seg, so var skaðin ikki so stórur, sum tað kanska sá út til. Alt húsið er reinsað og vaskað, og nú eru vit klárir at lata amboðsdeildina upp. Timburhøllin er ikki liðugt umvæld, men vit hava stóra goymslu og kunnu fáa alt tað til vega, sum hoyrir til ein timburhandil.