Ein dystur er spældur í Hvonndeildini í kvøld. Uppgerðin var ímillum liðini, sum hava myndað oddin í føroyskum kvinnuhondbólti seinastu árini, Kyndil og Neistan.
Dystirnir ímillum hesi liðini plaga aloftast at gerast sera spennandi, og soleiðis var eisini hesaferð. Tó var ikki nógvur spenningur meginpartin av fyrra hálvleiki, tá ið kyndilskvinnur løgdu seg á odda 5-0. Tað var sannur málturkur hjá neistakvinnum í fyrra hálvleiki, tí klokkan var farin yvir 18 minuttir, áðrenn Neistin skoraði sítt fyrsta mál.
Tó megnaðu neistakvinnur at fóta sær væl síðstu løtuna í fyrra hálvleiki, tí dysturin lá víðopin fyri bæði liðini, tá ið leiðslan hjá kyndilskvinnum tódnaði niður í eitt mál beint undan steðginum. Hálvleiksstøðan var 7-6 til Kyndil.
Í seinna hálvleiki fylgdust liðini á máltalvuni. Eyðkent fyri dystin var, at málverjarnir báðir, Maja Dragoljubovic hjá Kyndli og Fríða Petersen hjá Neistanum, stóðu sera væl, og hetta var ein av orsøkunum til, at dysturin gjørdist rættiliga fátækur í málinum. At enda høvdu kyndilskvinnur tó munin og vunnu at enda 19-17.
Úrslitið merkir, at Neistin og Kyndil nú eru ájøvn oddalið við 18 stigum. Seks stig eru niður til nummar trý í deildini, VB, og harvið tykist tað at vera rættiliga sannlíkt, at tað enn einaferð verða Neistin og Kyndil, eins og undanfarin ár, fara at spæla avgerandi FM-finalurnar sínamillum, tá ið tann tíðin kemur.
Málskjúttarnir frá oddadystinum í Hvonndeildini vóru hesir:
Kyndil-Neistin 19-17 (7-6)
Kyndil: Anna Brimnes 6, Bára K. Hansen 5, Súna K. Hansen 3, Turið Arge 2, Ásleyg Súnadóttir 1, Bjarta Johansen 1 og Guðrið G. Eystberg 1.
Neistin: Birita Ingolfsdóttir 5, Eir Berg 4, Bára Hansen 3, Jacklin Durhuus 3 og Brynja Høj 2.