Nú er AB komið upp á turt

B36 vann sannførandi á heimavølli, og Skála vann í Trongisvági

Tað er stórur lætti og sjálvandi ógvuliga gott lag í AB leguni. Argjamenn hava í dag vunnið sannførandi heimasigur ímóti ÍF. Úrslitið var 3-1. ÍF liðformaðurin Jan Ó. Ellingsgaard minkaði um munin við frísparki, tá ið klokkan vísti 93 minuttir.

AB avrikið var sannførandi, og úrslitið ber við sær, at nú er AB – fyri fyrstu ferð í ár – omanfyri niðurflytingarstrikuna.

Tað eydnaðist ikki at fáa hol á fyrr enn eftir steðgin. Nýggi málverjin, Tobias Brogaard Larsen, var tryggur, og nýggi maðurin í álopinum, Lukas Giessing, átti avgerandi leiklut, tí hann skoraði tvey tey fyrstu málini.

Tað fyrra skoraði hann, tá ið seinna umfarið var bara ein stóran minutt gamalt, og hann økti til 2-0 við brotssparki, tá ið tað restaði eitt korter. Hann var púra kaldur, tá ið hann lobbaði bóltin mitt í málið, eftir at ÍF málverjin hevði tveitt seg.

Sera eyðsýndi Eli Christiansson økti við langskoti til 3-0, tá ið tað restaðu sjey minuttir.

Sigurin ber við sær, at AB hevur 11 stig og er frammanfyri ÍF, sum hevur 5 stig, og frammanfyri EB/Streym, sum hevur 9 stig.

EB/Streymur tapti seinnapartin 3-0 í Gundadali ímóti B36, sum harvið hevur sama stigatal sum toppliðið. Málmunurin hjá KÍ er tó betri, enn hann er hjá B36.

Dygst undan steðginum setti Michal Przybylski hol á, og stórar tíggju minuttir eftir steðgin økti vongverjin í vinstru, Alex Mellemgaard, um munin til 2-0. Tá ið ein tími var farin, staðfesti Árni Frederiksberg 3-0 sigurin við brotssparki.

Tað hevur ikki gingið nakað serligt hjá Skála seinastu vikurnar. Síðsta sunnudag var tað stórt vónbrot, tá ið AB vann 1-0 á Skála. Í kvøld er Skála á veg norður úr Suðuroy við 2-0 sigri. Jákup Johansen, sum í fleiri mánaðar ikki hevur skorað, var í dag tvífaldur málskjútti.

Klokkan 19 hittast NSÍ og HB við Løkin í Runavík.

 

https://www.in.fo/myndasavn/

 

Fríggjakvøldið

KÍ – Víkingur 2-0 (0-0)

1-0: Jóannes Bjartalíð

2-0: Jóannes Bjartalíð

 

Ídag

B36 – EB/Streymur 3-0 (1-0)

1-0: Michal Przybylski

2-0: Alex Mellemgaard

3-0: Árni Frederiksberg br

 

AB – ÍF 3-1 (0-0)

1-0: Lukas Giessing

2-0: Lukas Giessing

3-0: Eli Christiansson

3-1: Jan Ó. Ellingsgaard

 

TB – Skála 0-2 (0-1)

0-1: Jákup Johansen

0-2: Jákup Johansen

 

NSÍ - HB kl. 19.00

 

161222381138
B36171223281438
NSÍ151122391535
Víkingur181125382435
HB171043411734
Skála188010202124
TB185310153318
AB183213194711
EB/Streymur18231317439
ÍF17121412425

 

 

19. umfar

Leygardagin 17. august

KÍ - Skála

B36 - TB

Sunnudagin 18. august

Víkingur - AB/Streymur

HB - ÍF

AB - NSÍ