Á graslíkinum á ovara vølli í Gundadali spæla HB og svenska Elfsborg Intertoto Cup.
Svenska liðið legði seg í 9. minutti á odda við stútara eftir horna úr høgru. Miðvallarin Elmin Kurbegovic var málskjútti.
Eftir stórt korter svaraði HB aftur. Talan var um fínt avrik frá landsliðsspælaranum Christiani Høgja Jacobsen, sum sneiddi úr høgru og eitt sindur inn, áðrenn hann við fínum vinstrabeinsskoti lyfti bóltin upp í handara hornið.