Nú endar Irdið í Løgtinginum

Jógvan á Lakjuni, løgtingsmaður, heldur, at tíðin er komin at endurskoða navnalóggávuna. Hann hevur tí í fyrsta lagi sett landsstýriskvinnuni í innlendismálum, Sirið Stenberg, ein munnligan fyrispurning, har hann spyr, um hon hevur nakrar ætlanir at endurskoða navnalóggávuna. Hann spyr hana eisini, um hon heldur, at broytingar eiga at verða gjørdar við navnanevndina.

 

Seinastu vikuna hevur nógv verið kjakast um navnalóggávuna, nú aftur eitt dømi er vorðið alment, har foreldur ikki eru sloppin at nevna barn sítt, sum tey vilja, tí navnið brýtur við føroyskar málreglur. Í hesum førinum er talan um eitt í Føroyum at kalla vanligt navn, Irdi. Navnanevndin kundi einans góðtaka Irdý ella Irdið.

 

Jógvan á Lakjuni er samdur við málfrøðinginum Eivindi Weyhe, sum heldur, at navnalóggávan verður tulkað alt ov fýrkantað og strangt, tá eitt navn sum Irdi verður bannað.

 

Hann heldur tí, at tíðin er komin at broyta navnalóggávuna og møguliga at avtaka navnanevndina.

- Navnanevndin hevur eina øgiliga makt, ja, onkur hevur sagt, at hon á ein hátt hevur bæði lóggevandi og dømandi myndugleika, sigur Jógvan á Lakjuni og sipar til, at um foreldur vilja kæra avgerðina hjá navnanevndini, er tað navnanevndin sjálv, sum skal viðgera kæruna.

 

Hann hevur tí eisini sett Sirið Stenberg ein fyrispurning um rættartrygdin er í lagi, tá Navnanevndin skal viðgera eina kæru um seg sjálva.

 

Tá Andreas Mouritsen kærdi avgerðina hjá Navnanevndini til Umhvørvisstovuna, nýtti Umhvørvisstovan grundgevingarnar hjá Navnanevndini fyri at vísa kæruna frá sær. Tá pápin so kærdi av nýggjum, hesa ferð til Heilsu- og Innlendismálaráðið, sendi ráðið kæruna til Navnanevndina til ummælis. Navnanevndin gav sama svar fyri triðju ferð, og tí vísti Heilsu- og Innlendismálaráðið kæruni frá sær.

- Henda mannagongdin tykist sera løgin – her er eingin grund til at kæra. Tú hevur tapt frammanundan. Men er rættartrygdin í lagi, spyr løgtingsmaðurin.

 

- Longu tá ið navnalógin var til viðgerðar í 1992, vóru tað fleiri, sum vístu á, at lógin var alt ov fjøtrandi og trong í sambandi við fornøvn – og tað hevur sanniliga eisini víst seg. Tíbetur varð bøtt eitt sindur upp á lógina við broytingunum í 2002 og 2006, soleiðis at føroyingar m.a. aftur sluppu at kalla upp. Men hetta var als ikki nóg mikið, sigur Jógvan á Lakjuni, sum altso heldur, at tíðin nú er komin at endurskoða navnalóggávuna enn einaferð.